14. umfar er á skrá hetta vikuskiftið. At fýra feløg longu hava spælt 14 dystir kemst av, at tey fýra, sum í næsta mánað fara at royna seg í Europa, longu hava avgreitt ólavsøkuumfarið. Og so var ein dystur í gjár, tá ið TB við 3-2 heimasigri í jóansøkudystinum á nýggja graslíkinum í Trongisvági lyfti seg fram á sjeynda plássið.
Í dag hava bæði ÍF og B68 møguleika at vinna seg framum aftur TB. B68 eigur heimadyst ímóti tvífalda meistaraliðnum og FM favorittunum úr Klaksvík, og ÍF verður í Sarpugerði partur av grannauppgerð ímóti Víkingi.
HB, sum hevur vunnið fýra tær seinastu ferðirnar, fyrireikar seg at fara vestur í Vágar har 07 Vestur, sum er á fimta plássi, tekur ímóti. B36 fær vitjan av EB/Streymi, sum fyri tveimum vikum síðani vann 2-0 á heimavølli ímóti B68.
Tað er summar, og líkindini at spæla fótbólt vera góð seinnapartin.
Víkingur – ÍF: Alex Troleis kl. 15.00
B68 – KÍ: Petur Reinert kl. 16.00
07 Vestur – HB: Rúni Gaardbo kl. 15.00
B36 – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Í gjár
TB – AB 3-2 (0-1)
0-1: Ragnar Skála 4.
1-1: Nikolei Johannesen 52.
2-1: Nikolei Johannesen br 73.
3-1: Samudeen Musah 86.
3-2: Brian Jakobsen 96.
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
TB: Artur Djurhuus Poulsen – Jens Erik Bruhn, Aron Sørensen (Bartal Einarsson Petersen, 89.), Gilli Rólantsson Sørensen, Ragnar Joensen (Oddmar Nybo Jespersen, 93.) – Salmundur Bech, Markus Thorsberg – John Villi Leo Woldike, Nikolei Johannsen, Olivur Renéson Thomsen (Poul Ingason, 85.) – Samudeen Musah
AB: Rói Zachariasen – Jákup Pauli Breckmann, Dánjal Danielsen, Viktor Helgi Benediktsson, Samuel James Pollard – Bjarni Skála (Bartal S. Petersen, 82.), Santiago Lebus – Rói C. Nielsen (Marius Kryger Lindh, 60.), Ragnar Skála, Teitur D. Olsen (Filip í Liða, 81.) – Brian Jakobsen
KÍ | 14 | 14 | 0 | 0 | 40 | 7 | 42 |
HB | 14 | 11 | 2 | 1 | 36 | 6 | 35 |
B36 | 14 | 10 | 0 | 4 | 29 | 14 | 30 |
Víkingur | 14 | 6 | 3 | 5 | 28 | 18 | 21 |
07 Vestur | 13 | 6 | 1 | 6 | 22 | 21 | 19 |
EB/Streymur | 13 | 4 | 1 | 8 | 10 | 24 | 13 |
TB | 14 | 3 | 3 | 8 | 9 | 32 | 12 |
B68 | 13 | 2 | 5 | 6 | 11 | 23 | 11 |
ÍF | 13 | 3 | 0 | 10 | 12 | 28 | 9 |
AB | 14 | 1 | 1 | 12 | 7 | 31 | 4 |