Nú verður nógvur makrelur at fiska

- Vit fara at býta meginpartin av tí, sum kemur aftrat, út á tær eginkvotur sum eru, sigur landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard.

 

- Ein stór nøgd má fiskast nú, meðan makrelurin er í føroyskum sjógvi, sigur Jacob Vestergaard.

 

 

Brexit hevur gjørt samráðingarstøðuna um býtið av heildarkvotuni av makreli trupla, og í samráðingunum um nýggja avtalu millum strandalondini hava ES og Bretland sagt seg vilja hava tilsamans 50 prosent av heildarkvotuni í sín lut. 

 

Nú samráðingarnar millum londini eru slitnaðar, og eingin vón er fyri semju í ár, ásetti Noreg sær í síðstu viku 35 prosent av heildarkvotuni, sum svarar til 298.299 tons, og í gjár ásettu Føroyar sær 19,6 prosent, sum svarar til 167.048 tons.

 

Í Degi & Viku í gjárkvøldið varð nógv gjørt burtur úr, at londini nú hava ásett sær sínar egnu kvotur av makreli fyri 2021. Her varð víst á, at í desember í fjør var mest loyvd veiða eftir makreli (MLV) ásett til 852.000 tons. Men, við nýggju ásetingunum, sum londini hvør í sínum lagi hava tillutað sær, skulu í ár fiskast heili 350.000 tons fleiri, enn MLV'ið ásetir.

 

Tað merkir, at samlaða makrelveiðan í ár helst verður 1,2 miljónir tons, sum er 42 prosent meira, enn mett hevur verið at vera burðardygt fyri makrelstovnin, harav føroyska kvotan verður hin størsta nakrantíð. Sambært Degi & Viku í gjárkvøldið hava londini, sum ætla sær at fiska makrel um okkara leiðir, ásett sær hesar kvotur fyri 2021:

 

Bretland: 26,08% (222.288 tons)

ES: 23,24% (198.063 tons)

Noreg: 35% (298.299 tons)

 

Føroyar: 19,6% (167.048 tons)

Grønland: 7,04% (60.000 tons)

Ísland:  16,5% (140.627 tons)

Russland: 14,3% (120.423 tons)

 

Prosentparturin er í mun til mest loyvdu veiðina á 852.284 tons, sum varð mett burðardygt at fiska í eini felags semju í desember fjør. 

 

Við Degi & Viku í gjárkvøldið segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, seg rokna við, at føroysk skip fara at klára at fiska hesi 167.000 tonsini umframt nakað aftrat, sum var eftir frá í fjør. Hetta eru rættiliga stórar nøgdir, men landsstýrismaðurin er sannførdur um, at hetta fara Føroyar at megna.

 

Hvussu ætlar landsstýrismaðurin so at skipa fiskiskapin eftir makreli í ár?

 

- Hann verður skipaður, soleiðis sum makrelfiskiskapur hevur verið skipaður frammanundan. Sjálvandi má fiskiskapurin byrja beinanvegin, og longu nú eru skip farin út at leita eftir makreli. Ein stór nøgd má fiskast nú, meðan makrelurin er í føroyskum sjógvi, og síðan mugu vit halda fram at fiska í altjóða sjógvi.

Ætlar landsstýrið ikki at lata onnur skip, sum í dag ikki hava makrelkvotu, sleppa framat?

- Vit fara at býta meginpartin av tí, sum kemur aftrat, út á tær eginkvotur sum eru. Tað merkir, at kvotugrundarlagið hjá teimum, sum eru, hækkar bara nakað aftrat. 

Men, er hetta ikki júst eitt gylt høvi at loyva fleiri framat?

- Tað týdningarmesta er at fáa fiskað kvotuna og at fáa tey effektivastu skipini at fiska. Vit vóna og vænta, at henda støða ikki verður framhaldandi, men at vit kunnu koma við í eina makrelsemju aftur komandi ár. Men, sjálvandi; tað vita vit ikki í løtuni.

Jacob Vestergaard segði við Dag & Viku, at soleiðis, sum støðan er nú, verður makrelkvotan, sum Føroyar hava tillutað sær, býtt út á tey - eftirhondini nokso nógvu loyvini - sum hava makrelkvotu.

- Tað eru nógv rættindini úti í vinnuni, og tað eru ymiskir skipabólkar, sum hava makrelrættindi. Í so máta er tað við skipum eftir mínum tykki eingin sum helst trupulleiki.

Landsstýrismaðurin segði seg vóna, at øll makrelkvotan verður fiskað, og tað væntar hann eisini.

- Tað eru ikki so nógv ár síðan, at vit fiskaðu rættiliga stórar nøgdir bara í føroyskum sjógvi, og hetta vísti seg at bera væl til, segði Jacob Vestergaard, sum helt tað ikki vera óhugsandi, at Føroyar kunnu fáa í lag avtalu við okkurt annað land um at fiska makrel inni hjá hvørjum øðrum.

 

##med2##

 

- Ein stór nøgd má fiskast nú, meðan makrelurin er í føroyskum sjógvi, sigur Jacob Vestergaard.