Nú vita vit meira um Føroyabanka

Men, vit vita eisini, at Føroyabankakvøldini, har høvi verður at njóta fantastiska fiskatilfeingið av Bankanum, verða aftur seinni í heyst.

Tað er altíð ein ávísur spenningur, tá yvirlitstrolingar skulu gerast - og ikki minst eru hesar spennandi á Føroyabanka. 

 

Sum partur av regluligum kanningum og tilfari til stovnsmetingar ger Havstovan bæði vár-og heyst yvirlitstrolingar, bæði á Føroyagrunninum annars og á Føroyabanka.

 

Soleiðis verður aftur í ár, tá ætlanin hjá Havstovuni er at fara á Føroyabanka við Jákupi Sverra, tá umleið ein vika er farin av september. 

 

Í ár er eitt sindur øðrvísi enn onnur ár, hvat vitanini um Føroyabanka viðvíkur, tí í ár hava línuskip og útróðrarbátar fingið nakrar vinnuligar fiskidagar á Bankanum.

 

Onnur ár, meðan Bankin hevur verið stongdur fyri allari vinnuligari veiði, hevur Havstovan loyvt nøkrum útróðrarbátum og línuskipum at gjørt avmarkaðar fiskiroyndir.

 

##med2##

 

Bæði um várið og heystið verður eisini skipað fyri serstøkum Føroyabankakvøldum á fiskamatstovuni, Barbaru, í Havn, og soleiðis verður aftur í heyst.

 

Í ár er ætlanin, at Føroyabankakvøldini á Barbaru verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið, ávikavist 16. og 17. september, og longu nú ber til at biðja um pláss á Barbaru.

 

Hetta er vælumtókt tiltak, ið hevur sín uppruna í einum samstarvi millum Johan Mortensen, íbirtara og John Mikkelsen, matstovuleiðara.

 

##med3##

 

 

 

 

 

John Mikkelsen, matstovuleiðari.

Johan Mortensen sigur, at tað var fullteknað til øll kvøldini á Barbaru í vár, og her var bíðilisti.