Nýggj ES-avtala ger tað lættari at fáa endurgjald fyri seinkaða flogferð

Tað skal gerast lættari hjá flogferðafólki at fáa endurgjald, tá flogfør verða seinkað ella avlýst.

Tað hava ES-londini og ES-tingið gjørt semju um í nýggjari avtalu um rættindini hjá flogferðafólki.

Sambært avtaluni skulu flogfeløg framyvir sjálv kunna ferðafólk um teirra rættindi og um, hvussu tey søkja um endurgjald. Boð skulu gevast innan 96 tímar.

Støddin á endurgjaldinum verður ikki broytt. Ferðafólk hava framvegis rætt til 250 evrur fyri flogferðir undir 1.500 kilometrar, 400 evrur fyri flogferðir millum 1.500 og 3.500 kilometrar og 600 evrur fyri longri flogferðir, um treytirnar fyri endurgjaldi eru loknar.

Endamálið við nýggju reglunum er eisini at gera flogprísir meira gjøgnumskygdar, so tað verður lættari at samanbera kostnað og eyka gjøld hjá ymiskum flogfeløgum.

Flogvinnan er tó ikki fegin um nýggju reglurnar. Mathias Milling, stjóri í Dansk Luftfart, sigur, at avtalan fer at økja um útreiðslurnar hjá flogfeløgunum.

– Vit eru vónsvikin av, at tað ikki eydnaðist at skapa betri javnvág millum búskaparligu byrðarnar hjá flogfeløgunum og rættin hjá ferðafólki til endurgjald, sigur hann.

Hann væntar, at hægri útreiðslur hjá flogfeløgunum í síðsta enda fara at enda hjá kundunum í form av hægri flogprísum.

Forkvinnan í ES-tinginum, Roberta Metsola, vísir tó hesi atfinning aftur og kallar avtaluna ein sigur fyri evropisk ferðafólk.

ES-londini og ES-tingið skulu nú formliga góðkenna avtaluna, áðrenn hon kemur í gildi, men tað verður mett at vera ein reinur formalitetur.

/Ritzau/