Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, KA spældi í kvøld dyst á heimavølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Á Greifavøllinum á Akureyri tapti KA 3-4 fyri Fram, ið var á odda 3-2 í steðginum.
Tá Jóan Símun kom á vøllin í 71. minutti var støðan 4-2 til Fram. Í 84. minutti fekk Jóan Símun eina góða sending, og hann tók av og sendi bóltin framvið málverjanum, og fyrsta málið hjá honum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið var veruleiki.
KA-Fram 3-4 (2-3)
0-1 Þorri Stefán Þorbjörnsson ('6 )
1-1 Hallgrímur Mar Steingrímsson ('9 )
2-1 Sveinn Margeir Hauksson ('17 )
2-2 Atli Þór Jónasson, br. ('34 )
2-3 Atli Þór Jónasson ('42 )
2-4 Freyr Sigurðsson ('63 )
3-4 Jóan Símun Edmundsson ('84 )
KA er nummar níggju í deildini við 10 stigum.
Í annaðkvøld klokkan 20.15 spælir liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík toppdyst á heimavølli móti KR. Víkingur er fremst við 28 stigum. KR hevur 25 stig.











