Spania spældi í kvøld 0-0 móti Kap Verde, sum við úrslitinum fekk sítt fyrsta HM-stig nakrantíð.
– Veruleikin má síga inn, segði spanski landsliðsvenjarin, Luis de la Fuente, eftir dystin sambært AFP.
– Hetta er HM. Vit vistu, at nøkur lið á pappírinum ikki eru betri enn vit, og vit hildu, at vit vóru nógv betri enn teir. Men tað er framvegis torført at vinna, segði hann.
Stóra hetjan hjá Kap Verde var 40 ára gamli málverjin Vozinha, sum hevði fleiri framúr bjargingar móti spansku heimsstjørnunum.
Eftir dystin var hann rørdur og táraði.
– Eg havi arbeitt alt mítt lív fyri hesa løtuna og henda dreym, segði hann sambært AFP.
Vozinha segði eisini við The Athletic, at hann græt, tí hvørki abbi og omma hansara, sum eru farin, ella mamma hansara kundu vera til staðar at uppliva stóru løtuna.
Málverjin varð kosin besti spælari í dystinum og segði, at tað var ein heiður at umboða lítla oyggjalandið á størsta pallinum í fótbóltsheiminum.
##med2##












