Nýggj verkstovurøð um føroyskan mat: Vitan fremur virðing

- Tess meira tú veitst um føroysku rávørurnar og framleiðararnar, tess meira virðing kennir tú fyri hesum, sigur Sunniva G. Mortensen um nýggja matverkstovurøð, sum nú er farin av bakkastokki.

Fleiri og fleiri føroyingar hava ikki samband við føroysku rávørurnar í gerandisdegnum. Vandi er fyri, at føroyingurin missir tilknýtið, vitanina og førleikan at handfara staðbundnu rávørurnar, um okkurt ikki verður gjørt.

 

 

 

Tað hevur fólkalívsfrøðingurin Sunniva G. Mortensen lagt merki til, nú hon gjøgnum fleiri ár hevur arbeitt fyri at fremja eina staðbundna og burðardygga matmentan í Føroyum.

 

 

 

Farna heyst fingu Sunniva við Matkovanum og Húsarhaldsskúlin fígging til verkætlanina, Matfrø(ð)i, ið fevnir um verkstovurøð og menning av undirvísingartilfari um føroyskan mat fyri børn og vaksin.

 

 

 

Við Matfrø(ð)i verkætlanini er ætlanin, at vanligi føroyingurin fær møguleika at royna seg við staðbundnu rávørunum og vónandi bæði fær áhuga og vitan um føroyska matframleiðslu.

 

 

 

Kring landið eru stovnar og aktørar, sum kunna um staðbundnu rávørurnar, men tørvur er á enn meira kunning og undirvísing. Tí hugsa Sunniva og Johanna frá Húsarhaldsskúlanum, at Matfrø(ð)i verkætlanin kann vera eitt kærkomið íkast til føroysku undirvísingina um okkara mattilfeingi.

 

 

 

- Mín sannføring er, at vitan fremur virðing, sigur Sunniva G. Mortensen.

 

 

 

- Tað, sum liggur í tí, er, at tess meira tú veitst um matin tú etur og um framleiðarnar, tess meira virðing og empati fært tú fyri bæði matinum og menniskjanum. Tað ger eisini, at tú hugsar øðrvísi um matin og brúkar hann við virðing. Tú gjaldir rættvísan prís fyri rávøruna og oyðslar heldur ikki við henni sigur hon.

 

 

 

- Um tú veitst, at ein útróðrarmaður hevur verið úti og brúkt nógvar tímar upp á at fiskað fiskin, so fært tú jú eina aðra mynd av fiskinum, enn um tú keypti ein pakka av innfluttum, frystum flakum, hvørs uppruna tú ikki kendi, sigur hon og vísir á, at hetta hetta eisini hongur neyvt saman við førleikunum at handfara rávørurnar.

 

 

 

- Tá tú dugir at skera fiskin, so tímir tú eisini at gera nakað við tað.

 

 

 

- Men vit síggja, at rávøran er fremmand fyri fleiri fólk, og tey hava ikki førleikan at handfara ein heilan fisk. Tískil kenna tey seg heldur ikki før fyri at fara oman í Vágsbotn at keypa ein heilan fisk. Tí er undirvísing í handfaring av rávørunum sera týdningarmikil, um vit ynskja at fremja áhugan fyri føroyskari matframleiðslu, sigur hon.

 

##med2##

 

Kári og aðrir dugnaligir kokkar undirvísa á verkstovunum.

 

Dreymurin hjá Sunnivu G. Mortensen er, at vanligi føroyingurin aftur fær eitt tilknýti til staðbundna matin, sum er tøkur í sjógvi, mold og høgum okkara.

 

 

 

- Hugaligt hevði verið um børn og ung lærdu sær handverkið at handfara rávørurnar, tí henda førleika bera tey alt lívi, og hann er teimum til stórt gagn, sigur hon.

 

 

 

- Vónandi kann Matfrø(ð)i verkætlanin verða við til at kveikja áhugan hjá vanliga føroyinginum at eta meira staðbundið og burðardygt, men eisini at fremja fatan og samhuga millum bygd og bý, framleiðarar og kundar.

 

 

 

Frá mars til november

 

Talan verður um 18 verkstovur í 2024, ið allar verða hildnar í Klaksvík - við skiftandi staðseting millum Húsarhaldsskúla Føroya og Tekniska skúla.

 

 

 

Fyrstu verkstovurnar verða hildnar nú í mars (ávikavist 16. og 23.mars ), og hesar fara at snúgva seg um nærveidda, føroyska fiskin. Útróðrarbátur í Klaksvík veitir feskan, heilan fisk til høvið, og luttakararnir fara at læra um burðardygga veiði og matgerð, at handfara og skera heilan fisk og hvussu mann gagnnýtir allan fiskin á lættan og leskiligan hátt.

 

 

 

- Málið er, at eftir lokna verkstovu kenna luttakararnar seg albúnir at handfara og gagnnýta heilan fisk, siga stigtakararnir.

 

 

 

Annars eru fýra sløg av verkstovum – fyri børn, vaksin, matframleiðarar og starvsfólk í stórkøkum. Serkøn fólk undirvísa í eitt nú burðardygd, kostfrøði, matmentan, handfaring av rávørum og matgerð. Tey, sum undirvísa á verkstovuni, eru kokkarnir Kári Kristiansen og Andras S. Jacobsen, og Sunniva G. Mortensen, fólkalívsfrøðingur

 

 

 

Síðstu verkstovurnar eru í november.

 

 

 

Meira kunning um verkstovurnar og tilmelding er at finna á www.husarhaldsskulin.fo.