Aftur í ár sendir Kringvarpið eina nýggjárssending í sjónvarpinum, men hesuferð er tað aftur Kringvarpið, ið stendur einsamalt fyri framleiðsluni.
Kári Sólstein er redaktørur av sendingini, sum fer at fevna víða um ymiskt undirhald. Sendingin varðar í góðar hálvanfjórða tíma og byrjar klokkan 19.30, júst eftir, at nýggjársrøðurnar hjá løgmanni og drotningini hava verið.
Vertir í sendingni eru Rannvá G. Fossaberg, Eydna Skaale og Tróndur Vatnhamar.
- Eydna og eg verða í studio, meðan Tróndur verður eitt slag av reportara og fer at vitja ymsa staðni í býnum, sigur Rannvá G. Fossaberg.
Ymisk innsløg vera send alt kvøldið. Finnur Koba fer at vísa okkum árið, ið fer, meðan tað eisini verður kagað eitt sindur eftir, hvat komandi ár hevur at bjóða.
- Ymiskir gestir koma á gátt hjá okkum, fólk, ið á onkran hátt hava gjørt vart við seg hetta seinasta árið. Harumframt fara vit at hoyra nýggjársrøður frá vanliga føroyinginum, sigur Rannvá G. Fossaberg.
- Harumframt fara vit eisini at senda upptøkur frá konsertum á SummarFestivalinum í ár, upptøkur, sum ikki eru vístar fyrr, sigur hon.
- Kortini, um onkur ikki tímir at hyggja í sjónvarp gamlaárskvøld, so verður Plátubarrin við Jákupi Magnussen at hoyra í útvarpinum, sigur Rannvá G. Fossaberg at enda.
Á midnátt, eftir at 90 ára føðingardagurin, Dean Martin og Mr. Bean hava undirhildið okkum, fer sjónvarpið at senda eina gudstænastu úr Vesturkirkjuni. Kirkjan var væl vitjað hendan dagin, um 600 fólk sessaðust í kirkjuni, tá Kristina Bærentsen, Kamarkórið og Havnar Hornorkestur framførdu.