Smyril er nógv seinkaður av Havnini til Suðuroyar í kvøld.
Hann skuldi fara av Havnini klokkan 18.30, men hann er ikki sloppin avstað fyrrenn akkurát nú, klokkan 21.
Ferðafólkið fekk beinanvegin at vita, at hann slapp ikki frá fyri vindi og at tey skuldu royna aftur klokkan 19.
Tá varð ein roynd gjørd, men hon miseydnaðist, tí tey sluppu ikki frá brygggju.
Ferðafólkið fekk síðani at vita, at Smyril roynir aftur klokkan 19.30, men tað lukkaðist heldur ikki
Smyril hevur avmarkaða motororku at manøvrera innanfyri Molan í Havn av tí at tann eini motorurin av fýra, eru farnir.
Men nú kom so ein sleipibáturr, Pressarin og hjálpti Smyrli útfrá og nú er hann á veg til Suðuroyar.
Strandferðslan hevur bjóðað ferðafólkinum ein drekkamunn og okkurt afturvið ímeðan tey hava bíðað.
Og av Smyrli verður sagt, at ferðafólkið er tolið, tey lesa, hyggja eftir filmi á teldu, ella stytta sær stundir við einumhvørjum fyrifallandi.
Bygdaleiðlir í Suðuroy koyra í samband við Smyril, tá ið hann kemur á Krambatanga klokkan 23 í kvøld, ella gott tað.
Av Tórshavnar Havn verður sagt, at hann er 10-15 metrar um sekundið, vestaneftir, men í ælinum eitt sindur meiri onkuntíð.
Eisini Teistin er órógvaður av veðr tí hann siglur ikki túrarnar úr Skopun klokkan 22.30 og av Gomlurætt klokkan 23.05 í kvøld.