Nýggjur álopsspælari í EB/Streymi

Hann er uppvaksin í FC Midtjylland, men hevur tó flestu royndirnar í Ringkøbing

EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:

 

Fyrr í vikuni høvdu vit vitjan av danska Jacob Getachew Andersen, og nú er sáttmálin undirskrivaður. Jacob er 28 ára gamal og hevur seinastu tíðina spælt í Norra. Hann er uppvaksin í FC Midtjylland, men hevur tó flestu royndirnar í Ringkøbing, har hann hevur skotið nógv mál. Vanliga verður Jacob róptur “Jay”.

 

Um nýggja mannin kann sigast, at vit í EB/Streymi fáa ein sera skjótan og tekniskan leikara, ið kann røkja flestu framrættaðu plássini. Loyvini eru komin upp á pláss í dag, og tí verður Jay væntandi í hópinum móti Víkingi longu í morgin.