Nýggjur leiðari á Blindastovninum

Karin Kass, sum hevur røkt starvið sum leiðari á Blindastovninum, síðan Jákup Danielsen fór í farloyvi í juni 1994, er tann 1. november sett sum fastur leiðari, nú Jákup Danielsen er farin í annað starv

Stýrið fyri Føroya Blindastovn hevur sett Karin Kass í Havn í starv sum leiðari á Føroya Blindastovni frá 1. november 1997 at rokna.

Karin Kass er ikki ókend í hesum starvinum.

Tá fyrrverandi leiðarin, Jákup Danielsen, tók við sum formaður í Starvsmannafelagnum, fekk hann farloyvi frá Blindastovninum. Karin Kass varð tá sett sum leiðari, og hevur røkt hetta starv fyribils í góð trý ár.

Jákup Danielsen er nú farin í annað starv, og hevur sagt leiðarastarvið frá sær. Tí er starvið sum leiðari á Blindastovninum lýst leyst, og hevur Stýrið avgjørt at seta Karin Kass sum fastan leiðara á stovninum.

Karin Kass, sum er 37 ára gomul, er útbúgvin ergoterapeutur í Århus 1985.

Hon hevur síðan tikið eftirútbúgving í Danmark sum leiðbeinari fyri blind og sjónveik. Eisini hevur hon starvast sum leiðbeinari fyri blind og sjónveik í Danmark, eins og hon eisini hevur starvast á donskum skúla fyri blind og sjónveik børn og ung.

Síðan hon koma aftur til Føroyar, hevur hon fyrst starvast sum leiðbeinari fyri blind og sjónveik hjá Landsskúlafyrisitingini.

Og síðan 15. juni 1994 sum fyribilsleiðari á Føroya Blindastovni, har non nú frá 1. november 1997 er sett í fast starv sum leiðari.