Nýggjur S-Cross frá Suzuki

Suzuki S-Cross er ein sera rúmligur og væl útgjørdur familju- og frítíðarbilur.  

 

Nýggjasti bilurin frá Suzuki er S-Cross, sum kemur í beinleiðis kapping við allar teir mongu SUV, sum longu eru á føroyska marknaðinum.   

 

Designið er smart og aerodynamiskt við lágari luftmótstøðu. S-Cross er ein væl útgjørdur bilur við so gott sum allari útgerðini sum standard. Bilurin er liðiliga innrættaður og sera rúmligur við stórari baklúku.  

 

Suzuki S-Cross fær sera góð ummæli frá evropeiskum motorjournalistum, sum eitt nú nevna, at Suzuki nú eru klárir við einum nýggjum seriøsum og attraktivum Crossover.

 

Talan er um ein familjubil, sum í mun til forgangaran er munandi meira økonomiskur, og motorurin lýkur øll krøv til strangasta Euro normin hvat CO2-útláti og brennievnisnýtslu viðvíkur.

 

##med2##

 

Bensinmotorurin er ein 1.4-turbo við 129 hk, har 48 volt mildhybrid-tøkni er standard. Han koyrir 18,9 km/l. Umframt at bilurin hevur seks manuel gear, fæst hann eisini við automatiskum gearum, eins og hann eisini fæst sum 4x4.

 

Suzuki SX4 S-Cross kann kappast við aðrar SUV í sínum klassa, bæði í dygd og prísi. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors. Prísur úr kr. 299.990,-

 

##med3##