Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:
Nanný J. Toftegaard
Í august byrjaði nýtt skeið á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Tað serliga við hesum skeiðnum, sum júst er liðugt, er at hetta er fyrsta skeið í nýggja skúlabygninginum. Stutt eftir skeiðsbyrjan fekk Húsarhaldsskúlin nýtt navn og kallast nú Rótin.
Tað hevur ofta verið uppá tal at Húsarhaldsskúlin skuldi hava nýtt navn.
– Røddir hava verið frammi um, at tað virkar gammeldags. Eg havi ongantíð verið samd í tí, tí eitt húsarhald er ikki tað, sum tað var fyrr,
Tað sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri í Rótini, sum vísir á, at húsarhald í dag eru ymisk, og í flestu húskjum búgva fólk einsamøll. Tá skúlin flutti í nýggj høli, varð hetta kortini eitt gott høvi at skifta navnið.
Skipað varð fyri navnakapping, og fleiri spennandi hugskot komu inn. Tá avtornaði vóru tað trý sum høvdu uppskoti Rótin.
– Ein rót samsvarar við kjarnuvirði hjá okkum. Vit eru ein grønur skúli, brúka burðardygt tilfeingi, og gott samanhald er eitt kjarnuøki. Rótin, sum vit eta, trívist væl í Føroyum, hóast her er harðbalið. Rótin vísir eisini til, at tað festir røtur, at brúka síni skapandi evnir.
Skúlin hevur eisini fingið nýtt búmerki, sum ímyndar markleysu rammurnar sum skúlin hevur.
– Búmerkið er ikki nøkur ávís rót. Røtur eru ymiskar, júst sum næmingar eru ymiskir, og tað halda vit vera gott, vit eru glað fyri búmerkið.
Næmingar og starvsfólk trívast í nýggja skúlanum
Í Rótini fegnast tey, nú tey umsíðir hava fingið ein bygning, sum er gjørdur til endamálið. Og nú fyrsta skeið er lokið, kunnu tey hyggja aftur á eitt væleydnað heyst.
– Hetta kann ikki samanlíknast við umstøðurnar sum vóru áðrenn. Vit eru ordiliga væl nøgd, tí hetta er ein stór broyting frá tí gamla, og tað hevur riggað væl. Starvsfólkini hava øll viljað hetta sera nógv. Nú fara vit at eftirmeta, hvat vit skulu gera øðrvísi.
Næmingar hava eisini trivist væl. Skúlin liggur mitt í býnum, og tað er ein stórur fyrimunur, tí næmingarnir eru oftast sera virknir, og skjótt er at fara til ítrótt og annað frítíðarvirksemi.
Áðrenn tey fóru í nýggja skúlan, stúrdu tey eitt sindur fyri, at hugnin hvarv í stóra bygninginum.
– Men soleiðis bleiv ikki, her er pent og fjálgt, og vit hava megnað at skapt ein hugna. Glasstovan, sum er stóra rúmið á niðast hædd, hevur eitt útsýni sum er balsam fyri likam og sál – at sita og hyggja at Kunoyarfjalli og Nestindum.
Flestu starvsfólkini eru tey somu sum í gamla skúla, og nøkur eru komin afturat. Nýggju hølini eru munandi høgligari at arbeiða í. Skúlin hevur ein undirvísingarkøk við øllum hentleikum, seymistovu sum er seymistova burturav, og ein verkstað, sum kann brúkast til ymiskt, eitt nú kunnu tey bjóða skeið í at gera leir.
Gerandisdagurin á Rótini byrjar klokkan 8 við morgunmati. Næmingarnir skiftast at gera morgunmat, tríggir hvørjaferð.
– Vit hava altíð góðan morgunmat, tvey sløg av breyði, bollar, havragreyt, frukt og grønmeti.
Grundarsteinurin eru tey sjey almennu kostráðini.
Klokkan 9 er morgunsangur, og síðani verður farið í frálæruhølini. Næmingarnir eru býttir í trý hold, sum skiftast um at vera í køkinum og hava undirvísing í handarbeiði. Í øllum sum verður gjørt, verður dentur lagdur á burðardygd og at varðveita og hjúkla um føroyska matmentan og handarbeiði.
Hósdagar eru eitt sindur øðrvísi, tá er ástøðilig frálæra og rørsla. Eisini taka næmingarnir brandskeið og fyrstuhjálp. Skúlin ger eisini útferðir, eitt nú hava tey vitjað brennistøðina hjá IRF í Leirvík.
Fríggjadag verður skúlin vaskaður, ein tími er í ástøði, og síðani verður farið í vikuskifti.
Tað er stórur áhugi fyri skúlanum. Freistin at tekna seg til komandi skeið er 10. mars, og longu nú eru fleiri umsóknir komnar. Gamli skúlin hevði pláss fyri 21 næmingum, nú er pláss fyri 36. Seinasta skeið vísti tað seg, at talið á umsóknum vaks samsvarandi, tá vóru yvir 100 umsóknir. Í gamla skúla plagdu at vera um 60 umsóknir.
Fakta: Ein modernaður og kreativur skúli
Ein innbjóðandi skúli við nógvum hugnaligum krókum og spennandi rúmum. Eitt heimligt stað, sum angar av nýbakaðum og osar av kreativiteti. Ein skúli har næmingarnir sleppa at útfolda síni skapandi evni, bæði tá tað snýr seg um mat og handverk.
Skúlin vil altíð verða karmur um eina modernaða ungdómsmentan, sum tekur støði í nú’inum og raðfestur hjartarúm og dygd og tekur trivnað, menning og lívsgóðsku í hægsta álvara.
RÓTIN byggir á eina áhugaverda søgu og er ein týðandi mentanarberi í dagsins samfelag. Ein modernaður og kreativur skúli, har tað gamla møtir tí nýggja.
RÓTIN er ein vistarskúli, og tað merkir, at allir næmingar, sum ganga á skúlanum, eisini búgva á skúlanum. Skúlin hevur búpláss fyri 36 næmingum.
Kelda: Rotin.fo
Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##


























