Nýtt staklag frá Ronnie

Í gjár kom nýggi sangurin "Lívsins Leið" út - hoyr hann her

Í fjør gav Ronnie sangin “Bygdafrell” út, sum varð sera nógv spældur í Føroyum, og nú er hann klárur við sínum triðja staklagi.

 

Nýggjasti sangurin kallast "Lívsins Leið" og snýr seg um at vera ungur og forelskaður, at verða ungur pápi og lívið aftaná tað.

 

Sangurin er framleiddur av Julian Andreasen/Dori Music í hansara egna studio, og Henning Jensen spælir guitar.

 

Eitt tónleikasjónband er gjørt til sangin, og tað hevur Allan Korsager Davidsen tikið sær av.

 

Sangurin er at finna á Youtube og kemur seinni at kunna hoyrast á m.a. Spotify

 

Orð & lag: Ronnie Korsager Davidsen

 

Lagt til rættis: Julian Andreasen & Ronnie Korsager Davidsen

 

Sangur: Ronnie Korsager Davidsen

 

Guitarsolo: Henning Jensen

 

Framleitt og ljóðblandað: Dori Music / Julian Andreasen

 

Tónleikasjónband: Allan Korsager Davidsen og Ø-Media

 

##med2##