Skála ítróttarfelag hevur gjørt sáttmála við Okeke Obele Onyebuchi. Obi, sum hann verður nevndur, kom í fjør til føroyskan fótbólt, og fyrsta árið var hann við til at tryggja B36 meistaraheitið. Ikki minst vísti hann seg sum ein framúr góðan innskiftara, og fleiri ferðir megnaði hann at toga antin eitt ella trý stig til felagið.
Komandi ár verður tað tó á Skála, at nigerianski framherjin skal spæla. Árið í ár gekst ikki serliga væl, og í alt gjørdist talan bert um trý mál fyri B36, har hann aloftast var at síggja á beinkinum.
Obi hevur í Serbia spælt undir nýggja Skála-venjaranum, Dragan Kovacevic, og hesin ivast ikki í, at nýggi maðurin verður ein styrkur fyri álopið á Skála.