Sunset-kappingin
Í Klaksvík hevði Neistin í góða løtu eitt sera gott tak á Stjørnuni, tá liðini hittust fyrr í heyst. Hetta takið varð tó fullkokmuliga slept, tá gestirnir einki mál fingu í einar 20 minuttir, og stórsigurin hjá Stjørnuni líktist tá eini staðfesting av, at Klaksvíks-kvinnnurnar vóru í einum flokki fyri seg í Sunset-kappingini.
Síðani tá hevur tað tó gingið meira striltið hjá Stjørnuni at finna tær heilt stóru leikligu hæddirnar. Enn er liðið á odda, men í fleiri dystum hevur talan als ikki verið um so sannførandi avrik. Og tá Neistin eisini megnaði at reisa seg eftir stórtapið í Klaksvík, kann talan vær gerast um ein sera spennandi dyst sunnudagin.
Kyndil vil halda fast um FM-spælið
Umframt oddadystin, so er talan eisini um hópin av øðrum dystum í kvinnudeildini.
Leygardagin eru tríggir dystir á skránni, og her tykist tann mest áhugaverdi at vera tann í Vági, har Kyndil kemur á vitjan. Kyndil tóktist eitt skifti veruliga at arga tey trý oddaliðini, men við tveimum tapum á rað er nú líkt til, at hóttanin ikki var heilt so stór kortini.
Sunnudagin er talan tó kanska um størsta takið hjá Kyndli. Tær vitja tá á Skála, og tað er ein dystur, sum skal geva stig, um sessurin í FM-endaspælinum skal varðveitast.
VÍF kunnu tó eisini sjálvar gera sítt til, at tær skulu taka hendan sessin. Tær vitja í Vági sunnudagin, og megna tær at taka stigini her, so koma tær ájavnt Kyndli. Hetta er tó treytað av, at Kyndil ikki fær stig í Vági leygardagin. Og sum so man hesin útidysturin eisini vera so toluliga møtumikil hjá VÍF.