Hóast tað tykist óneyðuga centralistiskt og umsitingarliga tungt, at vælútbúnir stovnsleiðarar mugu søkja Fíggjarmálaráð um loyvi í einum spurningi sum hesum, so er leikluturin hjá Innlendismálaráðnum tann mest ivasami í hesum málinum, tá nú reglarnar eru, sum tær eru.
Innnlendismálaráðið vildi eftir øllum at døma hava strandferðslustjóran at gera ímóti tí, hann hevði fingið at vita úr Fíggjarmálaráðnum, og vildi hava hann at ógilda starvssetaninar. At leggja trýst á strandferðslustjóran er skeiv adressa hjá Jacob Vestergaard, hóast strandferðslustjórin sjálvandi refererar til hann. Tá fólk nú eru sett í starv í tráð við allar gladandi reglar, so ber ikki til at siga fólki uppaftur, uttan at hetta kostar pengar og trúvirði. Innlendismálaráðharrin hevur hóast alt sett ein stjóra á Strandferðsluni við tilhoyrandi heimildum, og stovnurin skal eisini framyvir kunna tiltrekkja skikkaðar umsøkjarar til størv. Tí er umráðandi, at trúvirðið hjá stovninum verður varðveitt. Tað hevði ikki verið støðan, um ein skipari dagin eftir, hann var settur í starv, fekk uppsøgn við postinum. Tað mátti verið sjálvsagt hjá teimum flestu - eisini Jacob Vestergaard.
Spell at høvd rulla niðri í skipanini, tí at ov lítil koordinatión er millum Fíggjarmálaráðið og Innlendismálaráðið. Tað er uppaftur meiri spell, at vanlig starvsfólk, nýsett sum fráfarandi, skulu liggja ímillum í einum almennum stríði, sum í veruleikanum snýr seg um at Jacob Vestergaard ikki vil virða eina avgerð hjá Fìggjarmálaráðnum. At ein nýggjur og uttan iva dugnaligur stjóri má lúta í hesum máli er burturvið, tí hann hevur bara fylgt sínum skyldum og professionellu sannføring. Í hesum máli má alt gravast fram fyri at fáa sannleikan fram og fyri at slíkt ikki skal endurtaka seg. Hevur landsstýrismaðurin ikki fylgt reglum og lógum, so eigur tað at fáa fylgjur fyri hann. Tað vil so vera skyldan og ábyrgdin hjá løgmanni at kanna.
Sosialurin