Oddagrein: Kongshúsið farið at verja felagsskapin

Helst er tað áhugan úr eysturi og vesturi heldur enn loysingina, sum hennara háting hugsar um.

 

Týskvøldið var hátíðardámur á slott­i henn­ara hátign Margretu drotn­ing í Norð­ur­sæl­andi, Fredensborg Slot, tá fræg fólk úr Grøn­landi, Føroyum og Dan­mark vórðu boð­in til konsert og há­tíð­ar­ligan døgurða at heiðra sjálvan rík­is­fel­ags­skapin.
– Fra Færøernes grønne fjelde og Grøn­lands isklædte bjerge til Danmarks marker og skove spænder rigsfællesskabet bredt ge­o­gra­fisk, og gennem generationer har de tre lande delt historie, hvor venskaber og fam­il­ier er flettet sammen...
Soleiðis skrivar kongshúsið á heimasíðu sínu – orð, sum hennara hátign lætt­liga sjálv kundi havt skrivað.
Men hví verður kongshúsið vovið upp í eitt til­tak, sum skal heiðra ella stimbra rík­is­fel­ags­skap­in, kunnu vit spryja. Tað er ikki hent áður, so talan er ikki um eina sið­venju, sum vit hava verið von við. Tvør­t­ur­í­m­óti hevur kongshúsið altíð verið varið við at blanda seg upp í politisk viðurskifti.
Men uttan iva hevur tað við politikk at gera. Løg­maður og landsstýrisformaðurin í Grøn­landi vóru borðharrar hjá hennara há­tign, og bæði løg­tings­for­mað­ur­in og fólk­a­tings­menninir vóru við.
Restin av gestunum úr Føroyum vóru fólk um­boðandi vinnuna, mentan, um­sit­ing­a og so framvegis.
Helst er talan um at gera vart við rík­is­fel­ags­skapin, og helst er hetta eisini ein roynd – varisliga at minna okkum á, hvussu strek bond vit hava hvør við annan – og gennem generationer har de tre lande delt historie, hvor venskaber og fam­il­ier er flett­et sammen.
Tað eru bara fáar vikur síðani, at am­er­i­k­anski forsetin vildi keypa Grønland. Hann gjørd­ist firtin, tá hann fekk greiða svar­ið frá forsætisráðfrúnni donsku.
Kina hevur eisini víst stóran áhuga fyri Grøn­landi – og tað er ikki sørt, at vit eisini hava kent farran av slíkum biðlum her á okk­ara leiðum.
Tað er valla Tjóðveldi og loysing, sum órógvar kongs­hús­ið. Tey vita, at tann ver­k­ætl­­anin ikki er høgt í met­um millum før­oy­ing­ar og so slett ikki á politiska bredd­a­num. Men helst óttast bæði kongshús, stjórn og fólkating, at føroyingar skulu lata seg freista av nógvum pengum úr USA fyri ikki at tala um Kina.