Tað mest umráðandi er, at vit ásanna veruleikan og hava vilja til at vísa á ábøtur og betringar. Eitt er so tað, sum kemur "uttanífrá". Tað mest umráðandi er, at suðuroyingar sjálvir gera nakað ítøkiligt fyri at betra um støðuna. At teir ganga á odda at fáa framt broytingar. Standa saman sum ein maður. Tað vil tí vera ein blandingur av suðriskari ígongdsetan og viljanum hjá øðrum at fáa virksemi í Suðuroynni, ið skal vera drívandi megin í eini Suðuroyarætlan, eitt slag av Marshallætlan fyri oynna.
Spurningurin er so, hvat kann koyrast í eina slíka ætlan, ið veruliga munar uppá longri sikt. Her eiga vit m.a. at hyggja at eini komandi oljuvinnu og spyrja, um ikki hon kundi verið partur av ætlanini. Men av tí at vit enn ikki hava nakra vissu fyri, at um vit fáa nakra oljuvinnu - og um hon kemur, so liggur hon nøkur ár frammi í tíðini - eiga vit ikki at kalkuera við henni her og nú.
Men spurningurin er, um tað ikki er rætt longu nú at gera eina alternativa ætlan fyri Suðuroynna sum oljuoyggj. Væl vitandi at avgjørt var at lata vinnuna sjálva ráða, hvar hon vildi hava eina oljuútgerðarhavn, so ber til at seta út í kortið av nýggjum. Vit eiga at taka spurningin upp, nú tørvur veruliga er á eini loysn fyri Suðuroynna uppá longri sikt, um ikki landið eigur at reka virknan regionalpolitikk nettup á oljuøkinum. So mikið nógv virksemi er í meginøkinum, at tað má bera til landspolititiskt at siga, at Suðuroyggin skal vera framtíðar oljuoyggin tvs. at virksemi við tilknýti til oljuleiting og seinni vónandi útbygging og loksins framleiðslu, skal stýrast til Suðuroynna. Hóast hetta ikki loysir nakran trupulleika her og nú, kann tað kortini vera við til at halda lív í vónini og verða partur av eini trúgv uppá, at tað fer at bera til. At suðringar, sum útbúgva seg, kunnu síggja ein møguleika at koma heimaftur. Savnar tú oljuvirksemið til eina ávísa oyggj, so kann hetta skapa nógv beinleiðis men eisini avleidd arbeiðspláss.
Taka vit Runavíkina, er greitt, at har er gjørd íløga í eina oljuhavn. Taka vit Suðuroynna, so liggur Drelnes eisini nærum klárt til at brúka til oljuhavn. Hví ikki royna at stinga út í kortið av nýggjum. Gerið t.d. Runavíkina til ferðamannahavn, nú tað er vorðið ov trongligt í Havn. Og gerið so Drelnes til oljuhavn.
Vit mugu hava dirvi og vilja til at vísa landsplanlegging í verki. Kommunusamanlegging er ein partur av hesum. Vit mugu eisini tora at broyta tiknar avgerðir. Landsins hægsti myndugleiki eigur at seta út í kortið, hvussu og hvar vit menna hetta landið, uttan alla tíðina at skula taka hædd fyri egináhugamálum hjá vinnufyritøkum, kommunum og plássum. Føroyar hava brúk fyri eini regionalari heildarætlan, har vit t.d. gera greitt, hvar farmaskipini, ferðamannaskipini og oljuskipini skulu halda til í framtíðini. Kemur tunnil millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið, er tað uppaftur ein grundgeving fyri, at Runavík kann gerast ferðavinnuhavnin. Okkara boð eru tí: hugsið uppá longri sikt, setið út í kortið og gerið Suðuroy til oljuoyggj.
Sosialurin