Men samstarv av ymsum slag tað veri seg innan mentan, undirvísing, gransking, vinnu oa. byggir alt á ein felagsnevnara, og hann eitur samferðsla ella samband millum londini. Í hesum trimum londum búgva bert 400.000 fólk, men økið er nærum eins stórt sum alt Europa. Skal veruligt samstarv mennast, so merkir tað eisini, at samferðumøguleikarnir mugu koma meira í fokus. Tað er greitt, at skal nakað innihald vera í einum samstarvi og skal hetta mennast hvørs endamálið við Útnorðurráðnum er, so má grundarlagið vera til steðar og tað er hvussu vit fysiskt kunnu koma úr einum í eitt annað av hesum trimum londunum.
Og her er tað so flutningurin loftvegis og sjóvegis, sum er avgerandi. Her er bæði talan um, hvussu oftani tú kanst koma úr einum landi í eitt annað og hvussu nógv hetta kostar. Støðan í dag er tann, at vit hava trý flogfeløg, sum flyta fólk millum Føroyar og Ísland og millum Ísland og Grønland. Hesi feløg eru Atlantsflog,, Flugfelag Íslands og Grønlandsfly. Sambandið millum Føroyar og Ísland er hampuliga gott men kundi helst verið flogið oftari. Men tað er millum Ísland og Grønland, at trupulleikin liggur. Her hevur verið betri samband áður men í dag er vánaligt flogsamband fyri so ikki at tosa um prísirnar. So trupuleikin í samferðsluni er bæði ov vánaligur týttleiki og ov høgir ferðaseðlaprísir. Flutningur er so eisini sjóvegis men hann er sera avmarkaður, tá tað um ferðafólk ræður. Her er Norrøna, sum tó er av alstórum týdningi fyri bæði menning av ferðavinnuni í londunum og fyri samferðsluna sum heild.
Á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum vóru røddir frammi um, at tað almenna eigur onkursvegna at koma inn ímyndina fyri at bøta um støðuna, soleiðis at flogfeløgini kunnu flúgva oftari og bíligari. Henrik Old, umboðið hjá Javnaðarflokkinum í Útnorðurráðnum var rættiliga avgjørdur í hesum máli og metti, at skuldi nakað positivt henda, so mátti tað almenna uppí so ella so. Stjórin í Atlantsflog, Magni Arge lovaði at arbeiða við málinum og vildi kanna møguleikarnar fyri at betra umstøðurnar at ferðast millum londini í Útnorði.
Samanumtikið varð hetta ein góð ráðstevna men spell var tað, at eingir ráðharrar úr Íslandi ella Grønlandi luttóku, tó at fleiri parlamentarikarar vórðu úr teimum londunum eisini. Nú er bara at vóna, at hetta tiltakið fer at geva okkurt úrslit. Skal alt tosið um at fáa ment samvinnuna millum londini í Útnorði á nærum øllum hugsandi økjum gerast annað enn føgur orð, so má tað gerast lættari og bíligari at ferðast millum londini. Og kann hetta bert gerast við einum ella øðrum slagi av almennari luttøku, so eigur hetta at verða umhugsað, tí hetta má tá metast sum ein skilagóð íløga í framtíðina fyri bæði føroyingar, íslendingar og grønlendingar.
Sosialurin