Kanska vóru tað komandi meistararnir, sum tókust móti teimum fráfarandi. Staðfestingin var í øllum førum, at B36 og EB/Streymur spældu kanska mest undirhaldandi Formula-uppgerðina, sum er spæld í ár.
Trýstu á speedaran
Serstakliga var tað B36, sum stóð fyri undirhaldinum fyrstu løtuna. Lemjandi 5-1 tapið móti KÍ skuldi vaskast av liðnum, og frá fyrsta bríksli varð spælið trýst oman á hálvuna hjá oddaliðnum.
Møguleikar spurdust eisini burturúr. Serstakliga hevði Sylla ein stóran av slagnum, tá álopsmakkarin hjá honum Fróði Benjaminsen spældi flatt inn um verjuna, men innarasíðan var óneyv og beindi bóltin við síðuna av málinum.
Aðrar ferðir var eisini veruligur vandi á ferð, og alt tóktist bara bíða eftir málinum frá vertunum. Gestirnir komu tó eisini spakuliga fyri seg. Áhaldandi trýstið frá B36 gav eisini kontra-møguleikar, og einar tvær ferðir mátti Jákup Mikkelsen prógva, at hann framvegis skal teljast millum allar bestu málverjarnar í landinum.
Besta møguleikan av øllum átti Mikkjal Thomassen tó. Fróði Benjaminsen royndi at draga seg leysan í brotsteiginum, tá hann varð tacklaður av navnanum Clementsen í gestaverjuni. EB/Streymarnir vóru langt ífrá samdir, tá annars frálíki norski dómarin peikaði brotssparksblettin, og so skuldi Mikkjal royna seg. Vanliga sparkar hann hart, og tað gjørdi hann so sanniliga eisini hesaferð. Bólturin brast í stólpan, og so kundu gestirnir spæla seg til sín besta møguleika fyrru hálvuna, men í tveimum førum stórbjargaði Jákup Mikkelsen.
Úrslit í seinasta sekundinum
Hóast kraftigu ávaringarnar frá gestunum, so noktaði B36 at slaka tað allar minsta. Teir spældu áhaldandi við hampuligari høgari risiko, har tryggleikin var, at Herbert í Lon og Klæmint Matras megnaðu at kapprenna við Sorin Anghel og Arnbjørn Hansen, og fyri tað nógva hekk ætlanin eisini saman.
Samstundis gav hetta báðum bakkunum hópin av møguleikum at koma niðan í álopsstøður. Ikki minst kom Santos í vinstra borði fram til nógv innlegg, og beint fyri steðgin kom úrslitið eisini. Tíðin var farin um tey trý korterini, tá B36 enn einaferð spældi upp í vinstru. Innleggið kom sera neyvt móti handaru stong, og har kundi Hanus við høvdinum stýri innlegginum í málið. Og so kundu gestirnir bara geva bóltin upp, áðrenn bríkslað varð til hálvleiks.
Mistak mundi kostað
Sæð í mun til fyrra hálvleik, var leikferðin ikki heilt so ógvuslig eftir steðgin. Tað vildi væl eisini verið eitt sindur av eini fysiskari ógjørligheit, um leikferðin skuldi haldast.
Møguleikarnir gjørdust tí kanska eisini nakað færri í tali, men intensiteturin í spælinum var tó alla tíðina til staðar.
Gestirnir tóktust tó resta seinasta pettið í at vera nóg hvassir, men mest sum burtur úr ongum fingu teir skapt javnvág í. Lítil vandi tóktist annars vera á ferð, tá langur bóltur varð sendir oman móti B36-brotsteiginum. Herbert og Jákup kundu tó ikki semjast um, hvør skuldi hvat, og so smoygdi Arnbjørn Hansen sær ímillum, áðrenn hann úr spískum rullaði bóltin inn.
Líknandi mistak var um reppið at kosta B36 enn eitt mál løtu seinni,m en ein annars sera ósjónligur Hans Pauli Samuelsen lyfti á tvørtræið, eftir at B36-verjan hevði snorksovið við innkast.
Dysturin bylgjaði báðar vegir, men skuldi ein vinnari finnast, so var tað helst í lagi, at hesin var B36. Málið fingu teir, tá Niels Joensen høgdi eitt flat skot úr 18 metrum, eftir at Sylla nærum hevði driblað eitt B36-álop burtur. Útsýnið hjá René Tórgarð í gestamálinum var helst nakað darvað, og so smoygdi bólturin sær inn um stólparótina.
Munurin varðveittur
EB/Streymur spendi álopsbogan høgt seinastu løtuna. Egil á Bø varð fluttur fram í gjøgnu, meðan bert tríggir mans vórðu hildnir heima í verjuni. Tað gav eisini nakað av trýsti, uttan at teir stóru møguleikarnir tó vórðu skaptir, og í hinum endanum kundi B36 væl fingið meira burtur úr onkrum av sínum kontra-atsóknum.
Støðan helt sær tó til dystarlok, og so mátti EB/Streymur fyri fyrsti ferð síðani 11. juni fara stigaleyst av vølliunum. Ta ferðina var tað NSÍ, sum steðgaði oddaliðnum, men tað mundi tó koma væl við hjá EB/Streymi, at sama NSÍ hesa ferð dróg svart á heimavølli. Tað úrslitið bar við sær, at munurin niðureftir framvegis varð varveittur, og við einum sigri mikukvøldi kann EB/Streymur veruliga staðfesta oddastøðuna. Og so vóna teir í felagsliðnum uttan iva, at B36 kann sveiggja seg upp til eitt avrik av sama slag, tá júst NSÍ vitjar í Gundadali mikukvøldið.
B36 fekk í sín lut prógvað, at liðið hóast alt er betri, enn avrikið móti KÍ fyri viku síðani vísti. Hinvegin, so er munurin upp til oddin enn fimm stig, so enn man tað vera ivasamt, hvørt meistararnir skulu roknast upp í oddastríðið. Møguleikan hava teir, men tað fer helst at krevja okkurt um 20 stig í seinastu átta dystunum, um teir á nakran hátt skulu halda fast í teirri vónini.