Oddsini millum Estland og Føroyar eru næstan jøvn

Her eru oddsini upp á Baltic Cup hálvfinaluna Estland-Føroyar

Savnsmynd frá 2024

Klokkan 16 í dag spæla Føroyar á níggjunda sinni landsdyst móti Estlandi. Dysturin í Parnu er hálvfinalan í Baltic Cup. Mánadagin møta vit antin Litava ella Lettlandi í antin finaluni, ella í dystinum um triðja plássið.

 

Hetta er níggjunda ferðin Estland og Føroyar møtast, og higartil hevur Estland vunnið fimm dystir, Føroyar hava vunnið tveir dystir, og ein dystur er endaður javnur.

 

Oddsini hjá sjey altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn. Tó hella tær eitt lítið vet til estiskan sigur.

 

Oddsini upp á estiskan heimasigur liggja millum 2,25 og 2,44.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 2,90 og 3,50.

 

Oddsini upp á føroyskan útsigur liggja millum 2,63 og 2,78.

 

Endar tað við javnleiki verður brotssparkskapping, so staðfestast hvør skal spæla finalu, og hvør skal spæla dyst um triðja plássið-

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd frá 2024