Tíðindaskriv:
Talan er sjálvsagt um Livandi Varmakeldu, sum, eftir ætlan, verður eitt afturvendandi tiltak á Varmakeldu í Fuglafirði, fyrsta leygardag í juli á hvørjum ári. Hetta er framvegis ætlanin og tiltakið skal eisini gerast betri fyri hvørt ár sum gongur. Í ár verður Livandi Varmakelda leygarkvøldið tann 4. juli.
Karmar
Allar konsertirnar eru inni í Mentanarhúsinum, sum við stórum palli, ljósseting og dygdaranleggi spílar seg út at skapa best møguligu karmarnar.
Fyrsta framførslan verður beint eftir setanartiltakið, so á leið kl 22.00 og tiltakið endar um náttina kl. 03.30. Í hesum tíðarskeiðnum fara 5 ymiskir tónleikabólkar og einstaklingar á pallin. Skráin fevnir breitt um sjangrur og aldur – og endamálið er at skapa eitt kvøld sum er fólksligt, rúmligt, festligt – og livandi.
Tónleikurin 2026
Fyrsti bólkurin sum vit kunnu avdúka er eingin minni enn FAROE5! Í ár hava tær framført til Lestrargonguna og á Bátastevnuni í Vestmanna, har teltið stóð til at bresta, við eini 2000 áhoyrarum! Nú er tíðin so komin til Livandi Varmakeldu og tær eru sera spentar uppá at framføra til eitt væntandi fullsett Mentanarhús í Fuglafirði.
Fleiri tónleikanøvn koma á skránna leypandi. Fylg við á Facebook: Livandi Varmakelda og Instagram: @livandivarmakelda.
##med2##
Atgongumerki
Tað eru bert góð 550 atgongumerki sett til sølu.
Tey fyrstu 200 fáast fyri serprís á bert 295 kr.
Prísurin fer upp á 395 kr. tann 16. juni og 495 kr. tann 3. Juli.
Keyp á atgongumerki.fo.
Fyriskiparar
Etasjan skipar fyri Livandi Varmakeldu og eru spurningar um eitthvørt, set teg so í samband við: Ólav Larsen á tel. 504444 / t-post: [email protected]
Fuglafjørður tann 5. Juni 2026












