Almannaverkið tek­ur niður­støð­una hjá um­boðs­manni­num til eftirtektar

Almannaverkið hevur tikið niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni til eftirtektar í málinum um flutningin av umlættingartilboðnum frá Eirargarði til Sands.

Tað upplýsir Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.

Tað ger hon í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Ruth Vang, løgtingskvinnu, um avgerðina at flyta umlættingartilboðið.

Løgtingsins umboðsmaður kom í apríl fram til, at Almannaverkið í veruleikanum átti at havt tikið eina fyrisitingarliga avgerð í einum máli, har eitt barn fekk umlættingartilboðið flutt frá Eirargarði til Sands. Sambært umboðsmanninum var ikki talan um framhald í tænastuni, og tí endaði upprunaliga tænastan í veruleikanum.

Margit Stórá upplýsir, at Almannaverkið nú er í gongd við at taka eina fyrisitingarliga avgerð um umlættingartilboðið hjá tí ávísa barninum.

Samstundis verður mett um, hvørt aðrir borgarar, sum eisini fingu umlættingartilboð flutt frá Eirargarði til Sands, hava krav upp á somu viðgerð.

Landsstýriskvinnan vísir í svarinum til somu viðurskifti, tá spurt verður um avleiðingarnar av niðurstøðuni hjá umboðsmanninum og um møgulig nýggj ella tillagað tilboð til avvarðandi foreldur.

Ruth Vang hevði spurt, um Almannaverkið tók niðurstøðuna hjá umboðsmanninum til eftirtektar, hvørjar avleiðingarnar verða, og um foreldur fara at fáa annað ella tillagað tilboð, sum livir upp til tænastuna, sum áður var á Eirargarði.