Russar ræðast meira sínar egnu enn ukrainskar dronur

Hesa vikuna, nú altjóða búskaparráðstevna er í St. Pætursborg, hevur Verdens Gang skift orð við russar í býnum, sum siga, at tey ræðast meira sína egnu trygdartænastu FSB enn ukrainskar dronur

 

 

Í vikuni, nú stóra altjóða búskaparráðstevnan, St. Petersburg International Economic Forum, er russiska í stórbýnum, sum liggur inni í Finsku Víkini, leyp ukrainski herurin á hernaðarmál í býnum við dronum.

 

Sagt verður, at Ukraina í álopunum rakti eina russiska herflotastøð og skip.

 

Verdens Gang hevur verið í St. Pætursborg og hevur skift orð við vanlig fólk á gøtuni.

 

Men, tað er ikki lætt at fáa russar at siga nakað um russisku krígsførsluna í Ukraina, tí tey stúra fyri russisku trygdartænastuni FSB, og tey siga seg stúra meira fyri FSB enn ukrainskum dronum.

 

Verdens Gang skrivar, at hóast fleiri av ukrainsku dronunum vórðu skotnar niður, eydnaðist tað kortini ukrainska herinum at raka russisk hernaðarmál í St. Pætursborg í álopunum.

 

Borgarstjórin í St. Pætursborg sigur, at ukrainskar dronur raktu eina russiska herflotastøð vestanfyri St. Pætursborg. Svørtu skýggini yvir russiska stórbýnum vóru eitt prógv um sjálvsálitið hjá Ukraina í krígnum móti Russlandi.

 

##med2##

 

Verdens Gang hevur skift orð við fleiri fólk í St. Pætursborg um, hvat tey halda um russisku krígsførsluna í Ukraina, men fleiri russar tora ikki at tosa opið um, hvat tey halda.

 

Og tó. Verdens Gang fekk fólk at siga ymiskt um støðuna, sum lesast kann um á leinkjuni her niðanfyri - 

 

https://www.vg.no/nyheter/i/Exjo5o/ukraina-angrep-st-petersburg-russere-forteller-om-frykten-for-aa-snakke-fritt