Eitt uppslag á Facebook í gjár hevur loypt hvøkk á fólk, tí har verður boðað frá rættiligum ódnarveðri og skaðastormi upp í 70 metrar um sekundið mánadagin. Men seinni varð so eisini boðað frá, at forsøgnin er broytt, og at illveðrið ikki kemur inn yvir Føroyar. Andrias Klein Gregoriussen á Veðurstovu Føroya, sigur, at mikudagin var talan um at tað skuldi vera um ringt veður mánadagin, men tað hevur ongantíð verið talan um, at tað skuldi verða slíkur skaðastormur, sum talan var um á Facebook.
Talan er um eitt lágtrýst vestan fyri Ísland, men tað kemur ikki hendavegin, so tað ringa veðrið verður í Grønlandshavinum í ein útnyrðing úr Føroyum.
Men annars verður nógvur vindur. Í annaðkvøld verður kanska upp í 20 - 25 metrar um sekundið, við strangari hvirlum av útsynningi og vestri. Men tað hevur verið ringt veður seinastu tíðina, so hetta er ikki so nógv meiri enn vit eru von við.
Tað hevur longu fingið Strandferðslan boðað frá avlýsingum í morgin. Fyribils er boðað frá, At Smyril siglur bara morguntúrarnar úr Havn klokkan sjey og aftur av Krambatanga aftur klokkan 9.30, sum vanligt. Men so verður túrurin seinnapartin avlýstur, so hann siglur ikki aftur av Havnini fyrr enn klokkan 21.15 í annaðkvøld.