Seinastu tíðina er eitt slag av øl-spæli farið at hitta á Facebook. Spælið verður nevnt Neknominations.
Spælið snýr seg um at drekka ein hálvan litur av øl skjótast gjørtligt, og tá tú hevur drukkið, skalt tú nevna nøvnini á teimum persónunum, sum tú vilt hava at gera tað sama.
Alt hetta verður tikið upp á video, og síðani verður upptøkan løgd út á Facebook.
At senda slíkar avbjóðingar runt til vinfólk á Facebook hevur í eina tíð verið rættiliga nógv frammi í fleiri øðrum londum, og eitt nú í Onglandi og Írlandi eru fólk deyð av spælinum.
Les eisini: Øtast um øl spæl á Facebook
Seinastu tíðina hava danskir fjølmiðlar skriva um dømi, har ung fólk hava drukkið ov nógv og ov skjótt og eru tískil komin illa fyri.
Fleiri serfrøðingar eru samdir um, at øl-spælið hevur eina negativa ávirkan á hugburðin hjá teimum ungu til rúsdrekka, og ávara um spælið, tí aðrastaðni hevur talan ikki bara verið um øl men eisini um sterkari drykkir, narkotika, ógvuslig stunts og so framvegis.