Øssur: Sigurin er ikki so langt burtur

Hóast B68 gjørdi sjálvmál í fyrsta minutti, so varð talan ikki um stóra skrædlið, sum lúrdi á Tórsvølli

Tá ið B68 longu í fyrsta minutti gjørdi sjálvmál á Tórsvølli, lá tað í luftini, at HB fór at vinna trivaligan sigur, og at toftamenn annan sunnudag á rað fóru at leggja rygg til stórtap.

Soleiðis myndaðist tað ikki. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti talvan framvegis 1-0.

-Eg vónaði, at tað fór at eydnast at økja um leiðsluna og harvið at taka spenningin burtur, men soleiðis var tað ikki. Tá ið støðan er 1-0, so kann alt henda, og tí kendist tað vera lætti, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Vit høvdu onkran góðan málmøguleika, men vit vóru ikki nóg skjótir og neyvir til at spæla okkum til nógvar málmøguleikar, ásannar Jonas Dal Andersen, venjari hjá HB:

-Hóast B68 skoraði sjálvmál beinanvegin, so vóru toftamenn ikki so hugaðir at leypa á. Hjá teimum snúði tað seg meiri um at ansa eftir millumrúmunum, so vit ikki øktu um leiðsluna. Og so vónaðu teir, at tað kanska skuldi eydnast at javna. Tíbetur hildu vit tørn, sigur HB venjarin.

Øssur Hansen, venjari hjá B68, er ikki nøgdur við úrslitið, men hann rósar kortini sínum monnum fyri hugburð og avrik:

-Okkara spælarar arbeiddu fantastiska væl og nógv, og sum heild megnaðu teir at halda HB frá stórum málmøguleikum. Vit vóru onkra ferðina um reppið at spæla okkum í heilt góða støðu. Tí verri eydnaðist tað ikki at skora, men avrikið ber við sær mót um, at tað skal eydnast at vinna sigrar. Bæði ímóti teimum, sum eru tætt at okkum, og kanska eisini ímóti teimum stóru, sum tað plagar at verða sagt, sigur B68 venjarin.

HB - B68 1-0 (1-0)

1-0: Sjálvmál 1.

Dómari: Bjarki Danielsen