Ógreitt um nakar er deyður

Løgreglan í Svøríki hevur ikki váttað, at fólk skulu vera deyð í skottilburðinum í svenska býnum Örebro.

Svenska løgreglan hevur hildið tíðindafund um skottilburðin í svenska býnum Örebro Mynd: Pontus Lundahl/TT/Ritzau Scanpix

Løgreglan hevur á tíðindafundi greitt frá skottilburðinum, sum hevur verið á einum vaksnamannaskúla í svenska býnum Örebro. Tíðindi bórust um, at fólk eru deyð, men tað hevur løgreglan ikki váttað enn.

Men sum skilst hevur ein persónur latið skot av á skúlanum. Enn hevur løgreglan ikki útilokað, um fleiri illgerðarfólk eru, men ein persónur, sum er skaddur, verður hildin at vera gerningsmaðurin.

 

 

Svenska løgreglan hevur hildið tíðindafund um skottilburðin í svenska býnum Örebro Mynd: Pontus Lundahl/TT/Ritzau Scanpix