Ógvusligir skógareldar spreiða seg í Kanada

Undantaksstøða er lýst í økinum, og 17.000 fólk eru flutt burtur

 

Tað er landsluturin, Manitoba, sum er hart raktur, og sagt verður úr Kanada, at hetta er ein ring byrjan upp á summartíðina, har skógareldar kunnu herja.

 

Fleiri enn 17.000 fólk eru flutt burtur úr einum øki, har eldurin er ringastur, og sagt verður, at hetta er størsta flytingin av fólki í  Manitoba, sum hugsast kann.

 

Undantaksstøða er lýst.

 

Leiðslan í landslutinum hevur eisini heitt á kanadiska forsætisráðharran um at geva økinum heimild at brúka herin at hjálpa til við flyting av fólki og í sløkkiliðsarbeiðnum.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at í løtuni eru 22 skógareldar í Manitoba-landslutinum.

 

##med2##