Tað sigur Teitur Samuelsen í samrøðu við Kringvarpið.
Hósdagin í næstu viku letur tunnilin upp fyri almennari ferðslu. Tann dagin verður høvi hjá fólki at ganga og at renna ígjøgnum tunnilin, áðrenn hann letur upp fyri bilferðslu.
Tilsamans kosta teir báðir tunlarnir, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, 2.6 milliardir kr.
Gjaldið fyri at koyra í Sandoyartunlinum verður tað sama sum í Eysturoyartunlinum.
Hátíðarhaldið verður við tunnilsmunnan í Traðardali í Sandoynni seinnapartin hósdagin í næstu viku.