Ókeypis "live" í Gulu Smiðju í kvøld

Øll tiltøkini í Gulu Smiðju eru ókeypis, tó er avmarkað atgongd.

Í samband við mentanarvikuna, sum hesa vikuna er í Runavík, er ymiskt á skránni í dag og í kvøld.

 

Skráin fyri dagin byrjaði longu klokkan 9 í morgun, tá handilin hjá Stíggi læt upp við spennandi hondgjørdum gávulutum, og millum klokkan 10 og 16 er listaframsýning opin í BankNordik í Saltangará við málningum hjá Ingálvi av Reyni.


Klokkan 10 í morgun lótu eisini upp málningaframsýningar, sum Martin Joensen og Erla Olsen hava í Orkis. Í dag er opið til klokkan 17.30, men opið verður eisini teir næstu dagarnar í hesi vikuni.

 

Aðrar framsýningar, sum eru í dag, eru eitt nú Skuggamyndir av búfólki, sum búgva á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík, umframt framsýningin hjá Janusi á Húsagarði, sum er í býráðssalinum.

 

Hesar báðar framsýningarnar hava opið ávikavist frá klokkan 10 til 21 og frá klokkan 12 til 16, tá framsýningin hjá Janusi letur aftur í dag.

 

Nógv annað er eisini á skránni á mentanarvikuni í dag og teir næstu dagarnar, sum lesast kann um á www.mentanarvikan.fo.


Hæddarpunktið í kvøld verður í tímunum millum klokkan 20 og 23, tá live-tónleikur og graffitti verður í Gulu Smiðju, sum aftur í ár er karmur um tónleikalig tiltøk.

 

Í ár verður skipað fyri tveimum konsertkvøldum í Gulu Smiðju, ávíkavist í kvøld og mikukvøldið. 

 

Í kvøld spæla Jóna, Jógvan Joensen, Óvita Blues Band og Lyon Hansen, og mikukvøldið spæla Sigmund & Bømenninir, Sleepless Ghosts, Reduced to Ash og Danny & The Veetos. 

 

Sum nakað nýtt og livandi ber til at síggja graffitti málningar, ið listabreytin í Skúlanum við Løkin hevur staðið fyri. Tað er við Noomi Reinert, lærara á listabreytini á oddan, at hetta hevur latið seg gjørt. 

 

Lærarar, skúli og næmingar hava lagt sera stóra orku í at prýða ráðu karmarnar, so hesir kennast sum nakað heilt serstakt fyri tey vitjandi.

 

Tað er Ólavur Thorsteinsson, sum eitt nú er kendur frá ScrubArt, ið hevur lagt teimum lag á, og úrslitið er forkunnugt og avgjørt eina vitjan vert.

 

- Øll tiltøkini í Gulu Smiðju eru ókeypis, tó er avmarkað atgongd, siga tey, sum standa aftan fyri mentanarvikuna í Runavík.