Tikarin durvar
Tað sigst, at ein búskaparligur tikari liggur og durvar undir núverandi demokratiunum í Vesturheiminum. Við at avtaka allar forðingar fyri kapitalismuni fáa vit lív í tikaran. Trupuleikin og tann vaksandi spurningurin er, hvat vit gera um sosiali kostnaðurin fyri tann markleysa marknaðin er størri enn tann búskaparligi vinningurin.
Amerikanarar
í døpurhuga
Edward Luttwak er amerikanskur strategigranskari og limur í National Security Study Group of th U.S. Department of Defense. Bók hansara um turbo-kapitalismuna kom út í 1999 (Harper Collins) »Vit eru á veg at fáa samfeløg, sum eru til fyri búskapin í staðin fyri búskapir, sum eru til fyri samfelagið«, sigur hann og heldur fram: »Tá allur peningur effektivt kann flytast til, har hann gevur mesta vinningin, verður onki eftir til stovnar, sum stríðast við at taka sær av ikki lønandi virksemi, bygt á moralska ábyrgd, professionellan etikk, høg idealir og traditiónir«.
Við turbokapitalismu meinar Luttwak tað sterku økingina í ferðini av kapitalismuni, sum er í hesum døgum. Globalisering hevur verið fyrr, men ongantíð fyrr hevur tað verið gjørligt at flyta pening og íløgur so skjótt, sum nú á døgum. Frá einum landi til eitt annað, frá einum marknað til ein annan og frá einari íløgu til eina aðra. Og ongantíð fyrr hava hesar flytingar verið so væl stuðlaðar við stórum mongdum av informatión um vinning og íløgutreytum í stórum sum smáum fyritøkum um allan heim. Ongantíð fyrr hevur kapitalisman havt so fríðar ræsur at fara eftir tí stórsta vinninginum.
Hava mist tamarhald á heimsbúskapinum
At kapitalisman hevur lyndi til at fara um øll mørk og støðugt skaka øll viðurskifti í samfelagnum, dugdi longu Karl Marx at síggja. Men hann undirmetti helst evnini hjá teimum ymisku londunum at tálma og stýra kapitalinum soleiðis, at búskaparligur vinningur kundi vigast mótvegis sosialum kostnaði, oyðilegging mótvegis varðveitslu og marknað mótvegis politikki.
Undir globaliseringini (eisini kallað amerikaniseringin) virka tó stýringsamboðini hjá teimum ymisku londunum ikki. Til at stýra tí globala marknaðinum krevjast altjóða stovnar, og teir hava vit ikki. Harafturat sær Luttwak tað sum ein stóran trupulleika, at avreguleringin og privatiseringin av kapitalinum er vorðin til politiska ideologi og praksis hjá teimum ymisku londunum.
Vinningur fram
um alt annað
Hetta at tey ymisku londini eru bakkað út úr marknaðinum hevur ført við sær, at vinningur er vorðin tann sterkasta megin í øllum viðurskiftunum í samfelagnum. Hesi viðurskifti hava eisini rakt skúlar og heilsuskipanir har onnur motiv fyrr vóru tann drívandi kraftin. Vit síggja, hvussu sjúkrahús og røkt av gomlum og sjúkum verður latin upp í hendurnar á fyritøkum sum bert hava vinning sum endamál. Hetta verður alt vanligari í okkara grannalondum íroknað Danmark.
Globaliseringin hevur higartil ført við sær, at vinningur av kapitali er øktur munandi, men eisini at ikki-búskaparlig fyrilit og áhugamál hava verri við at koma framat. Luttwak heldur fram:
»?um okkum ikki eydnast at støðga turbo-kapitalismuni, so kemur samfelagið, sum vit kenna tað, at ganga tilgrundar. Hinvegin - at um okkum eydnast, so minkar okkara globala kappingarføri og framtíðarvánirnar hjá okkara ungdómi versnar«.
Ongi amboð at stýra kapitalismuni við
Okkara nationalstatir hava ikki politiskar pallar, sum kunnu bjóða turbo-kapitalismuni av. Til hetta krevjast altjóða politiskir pallar, og teir eru ikki til. Borgarin verður alla tíðina bombaður við stórum mongdum av informatión um virkir og vinningar, og ein stórur partur av borgarunum hava longu gjørt íløgur í partabrøv. Tá teir so koma í tað støðu at velja millum at nøkta tørvin hjá tí einstaka (í andsókn til kollektivið) og at leggja bond á tørvin hjá tí einstaka (fyri kollektivinum), ja so velur hann sjálvandi tað fyrra.
Gamlar teoriir
vakna aftur
Bernard Mandeville skrivaði longu í 1723 í fabluni um bina, at áhugamálini hjá tí einstaka eru heilt í tráð við áhugamálini hjá samfelagnum (líkasum biurnar í bikubuni). Adam Smith varð hart ímóti hesi ideologi, men kom í bókini The Wealth of Nations í 1776 at geva tonkunum hjá Mandeville ein menniskjaligan bjálva.
At henda ideologi nú aftur er komin til heiður og æru er ikki tí, at hon hevur víst seg at verða álítandi. Tvørturímóti hevur tað víst seg, at hvørja ferð hon hevur verið brúkt ítøkiligt, hevur hon framkallað sosialar rembingar og politisk móttiltøk. Munurin nú er bert, at politisku móttiltøkini ikki hava nakran effektivan pall at røra seg á - og tað eru sostatt ongar effektivar politiskar mótrørslur møguligar longur.
Uppskot til loysnir
Spurningurin er so, um tað letur seg gera at seta á stovn teir altjóða stovnar, sum eru neyðugir eru fyri at forða turbo-kapitalismuni at gera enda á sær sjálvari, og harvið samfelagnum sum vit kenna tað.
Tey frægastu uppskotini koma frá teimum, sum hava brúkt turbo-kapitalismuna innanífrá, og ein av teimum kendastu er búskaparmaðurin og valutaspekulanturin George Soros. Hann varð føddur í Budapest, Ungarn í 1939. Flyddi úr kommunistiska Ungarn í 1947. Tók búskaparprógv í Onglandi í 1952 og hevur síðani 1956 verið í USA har hann hevur savnað milliardir gjøgnum ein altjóða íløgugrunn. Síðani 1979 hevur hann brúkt ein stóran part av sínum milliardum til hjálpararbeiði í meira enn 50 londum. Hann hevur skrivað 7 bøkur, har tann seinasta "George Soros on Globalisation" (PublicAffairs) kom út í mars í ár.
Soros sigur í bókini on Globalisation, at tá kapitalurin nær sum helst kann røra seg hvar sum helst uttan at hugsa um teir sosialu trupulleikarnar, so verður heimurin instabilur. Hann metir, at World Trade Organisation (WTO) og International Monetary Fund (IMF) kunnu reformerast og verða tól til at fylla gjáir og byggja brúgvar í tí syndraða landslagi, sum turbo-kapitalisman fer at lata eftir seg. Men hann er ivasamur um tað fer at eydnast. Trupuleikin bítir seg í halan. Tað krevst ein broyttur hugburður fyri at stovna neyðugu altjóða stovnarnar og altjóða stovnarnir eru neyðugir fyri at broyta hugburðin.
Joseph Stiglitz fekk í fjør búskaparvirðisløn Nobels. Hann varð búskaparligur ráðgevi hjá Bill Clinton og búskaparstjóri í Heimsbankanum. Hann roynir eins og George Soro og Edward Luttwak at bjarga kapitalismuni frá sær sjálvari og metir, at tað skuldi verið gjørligt at demokratisera IMF og Heimsbankan. Soleiðis kunnu fátøk lond gera seg galdandi gjøgnum hesar stovnar. Teir meta allir, at globaliseringin er ynskilig og neyðug og meta eisini, at núverandi turbo-kapitalisma við at oyðileggja sosialu og mentunarligu viðurskiftini, samstundis máðar støðið undan sær sjálvum.
Hvussu verður
við okkum
Í okkara grannalondum síggjast longu árinini. Børn og ung ganga við troyggjum, har prentaði eru universitetnøvn úr USA, eta í McDonald, síggja amerikanskar filmir og ferðast á alnótini vitjandi amerikanskar heimasíður. Tey fitna spakuliga, og hugburður og mentan broytast. Støðuga informatiónstrýstið skapar ein hugburð, har tørvur einstaklinga og vinningur verður settur fram um alt annað.
Í hesum umhvørvi er lættari at seta solidaritetin til viks og privatisera øll viðurskifti, eisini tey, sum viðvíkja børnum, gomlum, sjúkum og minni mentum.
Svøríki og Danmark eru komin nakað áleiðis í privatiseringini. Innan eldrarøkt og á ymiskum økjum á sjúkrahúsum eru privatiseringarnar byrjaðar. Úrslitini, sum at byrja við vóru positiv, hava seinastu tíðina mest verið negativ. Fleiri gølur hava verið, og tær benda allar á, at trupulleikin varð jakstran eftir vinningi.
Og vit síggja eisini byrjanina til harðskap móti globaliseringini. Vit sóðu hann í Gøteborg og so eisini í Genua. Á teimum serstøku økjunum prutlar undir lokinum, og sum omanfyri nevnt, er tað helst bert ein spurningur um tíð, til tað festir í av álvara.
Føroyar eru enn í stóran mun eitt solidariskt samfelag, og tað er av stórum týdningi at varðveita tær soleiðis. Tað solidariska sæst í nóvum av okkara viðurskiftum, heilt frá fiskiskapi og hvalaveiðu yvir arbeiðslív til átrúna, familjulív og umsorg fyri sjúkum, gomlum og minni mentum. Hetta verður ikki varðveitt av sær sjálvum, og taka vit ikki støðu í góðari tíð, kann tað skjótt enda við, at vit til dømis hava eitt heilsuverk, sum hevur vinning sum einasta endamál, og har moralsk ábyrgd, professionellur etikkur, høg idealir og traditiónir hoyra fortíðini til. Eitt tílíkt heilsuverk hevur ikki trygga framtíð.