Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, var fegin um sítt fyrsta steyp við Víkingi.
- Hetta er øgiliga gott, og tað stóð nógv á til endans. Nervar komu eisini inn, og so skoraðu teir eisini. Men sum heilt haldi eg, at vit onkursvegna spældu hesa finaluna rætt við at spæla okkara spæl. Vit fóru eftir teimum alla tíðina og tað hevur alla tíðina verið ætlanin, segði venjarin beint eftir finaluna.
Hann helt eisini, at orsøkin til, at tað var so lítið um EB/Streym størsta partin av dystinum var, at spælið var í so disiplinerað.