Ólavsøkan hevur higartil verið framúr góð. Ein av orsøkunum til tað er uttan iva góða veðrið, sum hevur gjørt karmarnar kring ólavsøkuna serstakliga góðar.
Síðan setanina fyri seks tímum síðum hevur veðrið verið gott. Tað hevur verið lýtt, men ikki ov heitt hjá fólki, sum hava valt at vera í føroyskum klæðum. Føgru føroysku fløggini hava hingið deyð alla tíðina, tí vindurin hevur verið so at siga ongin. Týdningarmiklast av øllum hevur tað verið turt. Í stuttum perfekt ólavsøkuveður
Hann sigur frá eitt sindur keðiligari veðri seinni út á kvøldið. Frá kl. 23 av skal tað sirma eitt sindur, men tað er ikki meira enn millum 0,1 og 0,2 mm. Heita summarið heldur fram í kvøld, og liggur hitin á 13 gradum alt kvøldið og alla náttina.