Ein samhaldsføst gjaldsskipan, ið fevnir bæði
um undir-og yvirsjóvartunlar, er besta loysnin.
Komið er nú til, at trý uppskot um undirsjóvartunnilsger(ir) skulu til viðgerðar á tingi
Um tað so mikið umtalaða er at siga, at tað vónandi og væntiliga ikki vinnur frama. Í fyrsta lagi hevur uppskotsstillarin, landsstýrismaður í lógarmálum, í sínum uppritið eyðsýniliga virkað í heimildarloysi. Í øðrum demokratiskum londum hevði slíkt fingið avleiðingar fyri ráðharran; men her hjá okkum uppliva vit, at landsins stjórn leggur upp til at snikka lógina so til, at lógloysi kann gerast lógligt. Eru vit sum rættarsamfelag tá ikki komin út at flóta yvir móti tí anarkistiska?
Um tað, vit vita um sáttmálan, sum tað er ætlan landstýrisins at fáa undirskrivaðan, er við fáum orðum at siga, at felagsskapurin, sum er sinnaðir at átaka sær uppgávuna, setir so órímilig krøv um avkast og serrættindir, at tað er at undrast á, at landsstýrismaðurin ikki langt síðan hevur tikið seg aftur úr samráðingum og í staðin er vendur aftur til sína upprunaligu ætlan: at lata sín egna stovn Landsverk taka sær av málinum.
Hini bæði uppskotini eru stig á rættari leið, men ynskiligt hevði verið, at uppskotsstillarnir høvdu funnið saman í felags tilráðing, í staðin fyri at farið er í tvíningar. Ynskiligt hevði tó í báðum førum verið, at hugskotið hevði fevnt víðari, og at tað ikki bara verður fokuserað upp á Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin. Ovtekur Landskassin seg av hesum báðum verkætlanum, fara áratíggir at ganga, áðrenn komið er á mál til tann meiritørv, sum er. Havi umtalað hann í bløðum áður:
Í Suðri: Nýggjur / Endurnýggjaður Hvalbiartunnil og sama til Sandvíkar og tunnil undir Øraskarði (Fámjin).
Í Sandoynni: Tunnil til Dals
Í Norðstreymi: Tunnil ávegis til Tjørnuvíkar
Í Eysturoynni: Tunnil undir Gjáarskarði, Tunnil Hellurnar – Fuglafjørður og Tunnil Kambsdalur – Millum Fjarða.
Í Norðoyggjum: Nýtt / Endurnýggjað tunnilssamband Norð um Fjall, tunnil yvir í Havn í Svínoy ella rennistrongur Viðoy – Svínoy og rennistrongur til Fugloyar.
Onnur tunnilsynskir eru eisini, men nú nóg mikið við hesum.
Hetta eru ikki luksusynskir, men í fleiri førum bráðneyðugur tørvur. T.d. eru okkara elstu tunnlar, teir Norð um Fjall, Hvalbiartunnilin og Sandvíkartunnulin á ongan hátt tíðarhóskandi, ja, mest at kalla lívshættisligi. Við bøttum sambandi inn á meginøkið fara forfjónaðar oyggjar sum Fugloy og Svínoy uttan iva at gerast týðandi aktiv í einari sprettandi ferðavinnu.
At bíða hálva øld við at fremja hesar ábøtur í okkara samferðslukervi er hvørki ráðiligt ella neyðugt, men tað krevur politiskt hugflog og dirvi. Loysnin er ein samhaldsføst gjaldsskipan, har hvør bilur rindar tunnilsgjald í tann mun hann koyrir, tað veri sær gjøgnum undir- ella yvirsjóvartunlar. At leggja sama tunnilsgjald á allar bilar er ikki rættvíst, tí nógvir teirra fara sjaldan ella ongantíð gjøgnum tunlar. Líka órættvísur er tankin um tunnilsavgjald á brennievni, tí dúgliga verður koyrt, eitt nú inni í Eysturoynni ella t.d. runt í Havnini, uttan ferðing gjøgnum tunlar.
Fólk, sum dagliga ella ofta koyra gjøgnum tunlar, hveppa seg ivaleyst við brádliga at skula gjalda fyri tað. Men í mun til hvat bilakeyp, mánaðargjald, trygging, vegskattur, viðlíkahald etc. kosta, er her bert talan lítið íkast, ið sum frá líður fer at lata upp fyri ríkandi møguleikum til hentleika og upplivingar í okkara fagra landi.
Við einum gjaldi upp á bara 20 krónur aftur og fram gjøgnum tunlar, verða við verandi ferðslu 100 milliónir ella meira tryggjaðar til framhaldandi útbyggingar av tunlakervinum. Fólk, sum á sínari bilferð hava tørv á at fara gjøgnum fleiri tunlar, nýtast ikki at stúra, tí avsláttarskipan er væl hugsandi, har tú bert rindar t.d. tvey gjøld fyri 4 ella 5 tunnilsferðir innan ávíst tíðarbil. Mánaðar- og ársgjald fara eisini at lætta um.
Viðvíkjandi umsiting av slíkari skipan havi eg spurt meg fyri og fingið váttað, at verandi kubbaskipan væl kann útbyggjast til at megna eisini hesa víðkaðu uppgávu, og at hugsandi er, at nýggjari teknikkur við t.d. satelitteftirliti fer at gera hesa umsiting enn meira einfalda.
Ólavur Hátún