Óli á Grømma talar í Betesda í kvøld

Hygg inneftir! - Óli á Grømma talar í Betesda mikukvøldið 1. september kl. 20

Judy og Óli Jacobsen eru heima í Føroyum á vitjan í nakrar vikur. 

 

Hesa tíðina vitja tey ymsar samkomur, so sum avmarkaða tíðin loyvir, og eisini verða tey við og koma at luttaka á legum í Zarepta. 

 

Tey hava í mong ár virkað sum trúboðarar og eru í dag partur av leiðsluni fyri trúboðanarfelagsskapin NTM. 

 

Mikukvøldið 1. september kl. 20 talar Óli á uppbyggingarmøtinum í Betesda.

 

– Við støði í Hebrearabrævinum 12:1-3 hevur hann ein boðskap í fýra pørtum um at *hyggja aftureftir, *hyggja inneftir, *hyggja frameftir og *hyggja uppeftir. Mikukvøldið 1. september kl. 20 er evnið at *hyggja inneftir, skriva tey úr Betesda.