Bókin hevur undirheitið »Havnarmaður, sýslumaður, tingmaður«. Hon snýr seg um tíðina 1895 til 1940.
Sum Óli Jacobsen, høvundur, skrivar, so eru ikki nógvar bøkur skrivaðar um føroyska politikarar í nýggjari tíð. Kanska hevur ikki verið nógv av upprunatilfari at skriva burturúr.
Men søgan um Kristian Djurhuus byggir á tilfar, sum Kristian Djurhuus sjálvur hevur skrivað, sum fevnir um fleiri enn 2.000 maskinskrivaðar síður av endurminningum, sum ættin hevur í varðveitslu.
Byrjanin hjá Óla Jacobsen til hesa bókini var, at hann kom at kenna verdóttir Kristian Djurhuus, Esther, sum varð gift við Johan Djurhuus, skrivstovustjóra í landsstýrinum.
Hetta samband førdi til, at Siðsøgan í Sosialinum í 2011 fór at prenta brot úr endurminningunum hjá Kristiani Djurhuus.
Óli Jacobsen sigur, at meginparturin varð skrivaður eftir at Kristian Djurhuus fór úr politikki í 1962-1966. Hann stillaði uppaftur til løgtingsvalið í 1966 og gjørdist tá landsstýrismaður og varaløgmaður. Tá Petur Mohr Dam doyði í 1968, tók Kristian Djurhuus aftur við sum løgmaður. Hann var Føroya Løgmaður í tilsamans 10 ár.
Óli Jacobsen skrivar, at Kristian Djurhuus fyrst og fremst varð kendur sum annar løgmaður okkara eftir heimastýrislógina tey bæði valskeiðini frá 1950 til 1958.
Hann var virkin í politikki í 34 ár fyri Sambandsflokkin og av hesum vóru heili 18 ár í landsstýrinum. Fyrst var hann løgmaður í átta ár valskeiðini 1950-54 og 1954-58. Eftir valið í 1958 gjørdist hann landsstýrismaður. Hann stillaði ikki uppaftur á valinum í 1962. Men í 1966 vendi hann aftur til politikk, varð valdur á ting og gjørdist landsstýrismaður. Tá Petur Mohr Dam løgmaður doyði í hálvum valskeiði í 1968, tók Kristian Djurhuus, sum tá var varaløgmaður, við sum løgmaður. Hann gavst endaliga í politikki í 1970.
Bókin um Kristian Djurhuus er góðar 400 síður, og hon verður løgd fram á Seglloftinum á Tvøroyri mikukvøldið, 1. desember, kl. 19.30.
Aftan á framløguna verða kaffi og køkur, og høvundin heilsar, at tey vóna at síggja nógvar suðuroyingar mikukvøldið. Helst verður framløga í Havn seinni í vikuni, men tað frætta vit nærri um seinni.