Oljudansurin heldur fram

Nú fleiri samráðingarfundir hava verið millum fiskimenn og reiðarar, er tað framvegis oljan, sum eins og í byrjanini skilir partarnar so nógv, at smá útlit eru fyri semju. Sum skilst á samráðingarpørtunum, sum er Føroya Reiðarafelag øðrumegin og manningarfeløgini hinumegin, er rættiliga trupult at vinna undir land við samráðingunum um nýggjan sáttmála.

Nøkur viðurskifti eru fingin upp á pláss, men hvørja ferð oljan kemur upp at venda, dregur sundur millum partarnar, sum framvegis standa langt frá hvørjum øðrum í spurninginum um luttøku.

Reiðarafelagið hevur eftir øllum at døma sett sær fyri, at nú skal oljan takast við og vísir til eitt protokollát um luttøku í oljuútreiðslum, sum áður er skrivað millum partarnar.

Talan er um tilsamans átta skipabólkar, ið samráðst verður um, og av hesum luttaka manningarnar í tveimum teirra í oljuútreiðslunum. Hetta er í bólkunum fyri línuskipini og flakatrolararnar.

Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, hevur sagt, at kemur spurningurin um oljuna ikki upp á pláss, verður neyvan nakar sáttmáli.

Áðurnevnda protokollát bygdi á, at fór oljan upp um 2,90 krónur fyri liturin, skuldi ? sum Viberg Sørensen tekur til ? slóðast fyri, at manningin kundi verða við til at gjalda fyri oljuna.

- Nú bunkringarprísurin táttar í 4 krónur fyri liturin, vilja vit, at hesin spurningur verður loystur í samráðingunum, sigur Viberg Sørensen.

Tað eru eisini onnur viðurskifti, sum reiðarafelagið og manningarfeløgini dragast við undir hesum samráðingum, og í løtuni eru smá útlit til nakra semju millum partarnar, nú so stór ósemja er um luttøku í oljuútreiðslunum.