? Oljufeløgini eru ikki komin til Føroya at føra politikk. ? Tí vilja tey helst, at tað verða politikararnir, sum gera av, hvar í Føroyum oljuhavnir skulu vera.
Pauli Einarsson, varastjóri í Saga Petroleum í Føroyum, sigur, at ongin ivi er um, at sjálvi vilja oljufeløgini helst sleppa undan at taka støðu til, hvar í Føroyum oljuhavnir skulu vera.
Í seinastuni hevur nógv kjak verið um, hvar í Føroyum oljuhavnir skulu vera.
Og, ikki minst hevur dúgliga verið kjakast um, hvør skal gera av, hvar oljuhavnirnar skulu vera.
Summi halda, at tað er oljufeløgini sjálvi, sum skulu gera av, hvaðani tey vilja reka sítt virksemi, tí sjálvandi eru tey best før fyri at døma um hvar oljuhavnir liggja best fyri.
Millum teirra er sjálvur landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Eltør, sum ikki vil gera av, hvar oljufeløgini skulu leggja virksemi sítt, í hvussu so er ikki í fyrstu syftu.
Onnur halda, at tað er ein sjálvsøgd uppgáva hjá politikarunum at gera av, hvar oljufeløgini skulu vera.
Og m.a. skulu politikarar hava økismenning í huga, tá ið teir gera av, hvar oljuvinnan skal vera.
Føra ikki politikk
Men enn eru tað mest politikarar, vinnulívsfólk og vinnufeløg, sum hava úttalað seg vegna oljufeløgini.
Vit hava tí spurt eitt oljufelag, hvat oljuvinnan sjálv heldur um útgerðarhavnir í Føroyum og um, hvør skal gera av, hvar tær skulu vera.
Og Pauli Einarsson, sum er varastjóri í Saga Petroleum Føroyar, sigur, at oljufeløgini føla tað ikki sum sína uppgávu at at føra politikk.
?Tí vilja tey eisini helst sleppa undan at gera av, hvaðani oljuvirksemið í Føroyum skal rekast.
? Sostatt vilja oljufeløgini eisini hava eina politiska avgerð um, hvar oljuhavnir í Føroyum skulu vera.
? Og tað skal helst vera gjørt longu tá ið leitingin byrjar.
Pauli Einarsson sigur, at oljufeløgini fara sostatt ikki uppfata tað sum eina forðing, um ein politisk avgerð verður tikin um, hvaðani tey
skulu reka sítt virksemi.
? Tvørturímóti. Tí oljufeløgini hvørki kunnu, ella hava hug til at leggja seg út í, hvussu eitt land verður útbygt.
? Hava myndugleikarnir í einum landi eina landsætlan, fara oljufeløgini ikki at royna at ávirka tað.
Krevur ikki nógv
Annars sigur varastjórin í Saga Føroyar, at í leitingarskeiðinum eru tað nógvar
havnir í Føroyum, sum kunnu brúkast til útgerðarhavnir.
? Tí tað einasta sum krevst til oljuvinnuna í leitingarskeiðnum, er reint vatn, brenniolja og eitt uttandura goymslupláss uppá 2.000-5.000 fermetrar.
Harumframt krevst ein goymsluhøll uppá einar 300 fermetrar og skrivstovuhøli uppá einar 50 fermetrar fyri hvønn operatør.
? Men annars krevst bara ein bryggja uppá 20-40 metrar, ella kanska eitt sindur meir, har tað er einar 8-10 metrar djúpt framvið, og har bryggjan hevur eitt berievni uppá 5-10 tons fyri hvønn fermetur.
? Og hesar treytirnar eru tað nógvar havnir í Føroyum, sum lúka.
? Annars krevur oljuvinnan ikki so nógv annað enn tað, sum longu finst á nógvum havnum frammanundan av trukkum, bilum, kranum o.s.fr.
? Og tað er ikki stórt ørðvísi at lossa eitt útgerðarskip enn tað er at lossa eitt vanligt farmaskip.
? Alt annað sum oljufeløgini skulu brúka, eitt nú tangar til sement, barite, bentonite o.s.fr., hava tey við sær, tí tað er ikki til taks nakra staðni í Føroyum.
Heilt fitt av virksemi
Summi hava eisini víst á, at tað er ongin orsøk til at føra seg so nógv fram í royndunum at fáa oljuvinnuna til sín, tí talan er um lítið og onki virksemið, í hvussu so er í leitingarskeiðinum.
Men hesum er Pauli Einarsson ikki samdur í.
? Talan er kanska ikki um so nógv virksemið eftir altjóða málistokki.
? Men í einum lítlum samfelag, har lítið virksemi er frammanundan, skal so lítið til, at tað munar beinanvegin.
? Eitt nú sleppa handlar at selja pallunum matvørur og allan annan proviant.
? Og hvønn mánaða koma nøkur tons av burturkasti av aftur pallinum til lands og skulu skiljast og fyribeinast.
? Harumframt fáa verkstøð og aðrir tænastuveitarar nakað meiri at gera.
? Og tað fer at hækka støðið á tænastuveitarunum munandi, so at tey blíva nógv effektivari, enn tey hava verið.
? Møguliga verður hvør arbeiðstími eitt sindur dýrari. Men tað fer at koma nógv meiri burturúr hvørjum tíma.
? Og tað fer ikki bara at koma oljuvinnuni til góðar, men eisini bæði fiskivinnuni og allari aðrari vinnu, tí tað fer at fáa ringvirkningar um alt samfelagið.
Pauli Einarsson sigur, at í veruleikanum er tað ikki virksemið á sjálvari bryggjuni, sum er tað mest avgerandi.
? Tað eru ringvirkningarnir, sum virksemið á bryggjukantinum føra við sær, sum kunnu fáa stóran týdning fyri samfelagið annars.
Pauli Einarsson sigur, at støðan verður heilt øðrvísi í útbyggingarskeiðnum.
Tí tá krevst eitt uppland sum kanska er nærmari 50.000 - 100.000 fermetrar, og tað eru tað ikki nógvar havnir í Føroyum hava til taks.
? Í útbyggingarskeiðnum er tað tí neyðugt at hyggja eftir, hvar tað er nokk av plássi.
? Tað er eisini útbyggingarskeiðini, sum kasta nógv mest arbeiðið av sær.
? Tí tá ið pallarnir fara at bora olju, framleiða, minkar virksemið aftur.
Seta ymsar treytir til oljuhavnir
Spurningurin er so eisini, hvørjar fortreytir oljufeløgini leggja dent á, at ein oljuhavn annars skal lúka.
Pauli Einarsson sigur, at tað kann vera so ymiskt.
Hann sigur, at fjarstøðan frá oljupallinum til útgerðarhavnina hevur vanliga ikki tað stóra at siga, uttan so at tað eru fleiri tímar á muni á siglingstíðini.
? Men er talan um eina tilbúgvingarstøðu, hevur fjarstøðan sjálvandi nógv at siga.
? Hinvegin er tað eisini ein spurningur, hvørjar tænastur eru, hvar tær eru og, hvussu skjótt tað ber til at fatur á teimum, um tær yvirhøvur fáast í Føroyum.
? Annars setir ein útgerðarhavn sjálvandi ávís krøv til samferðsluna, so at góðir møguleikar eru at koma til og frá.
? Tað hevur stóran týdning, at samferðslan er góð, so at tað er skjótt at flyta vørur og fólk ímillum, ikki minst ímillum útgerðarhavnina og flogvøllin. ? Týdningurin av samferðsluni skal tó ikki heilt yvirmetast heldur.
? Tí er talan um bráneyðugan flutning, er tað vanligt at leiga bát, tyrlu ella flogfar, og er talan um at flyta stórar lutir ella amboð, koma tey oftast við serflutningi kortini, sigur Pauli Einarsson.
? Men annars vænta oljufeløgini sjálvsagt, at spurningurin um samferðsluna verður loystur, leggur hann afturat.
? Annars hevur tað eisini nokk so stóran týdning, hvørjir íbúðar- og frítíðarmøguleikar eru á staðnum.
? Og tá verður als ikki bara hugsað um matstovur og náttklubbar, men um frítíðarmøguleikar í víðastu merking og um møguleikarnar fyri einum sosialum lívi aftaná arbeiðstíð.
? Og tað hevur eisini stóran týdning, hvørjir skúlar eru á staðnum, hvørjir møguleikar eru fyri dagrøkt o.s.fr.
? Hetta er nakað, sum oljufeløgini leggja dent á, eru á staðnum.
? Tí tey leggja eisini stóran dent á, at tey vilja ikki koma higar at broyta samfelagið, sum er, sigur Pauli Einarsson.