Nú verður ein síðuspors-metingarbrunnur boraður.
Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur funnið olju í leitibrunninum 8/10-4S á Butch leitimiðinum í norska partinum av Norðsjónum. Faroe eigur 15% av loyvinum.
Í brunninum varð komið fram á eina oljuberandi flá upp á umleið 50 metrar. Fyribilsúrslitini av kjarnukanningum, loggum og trýst dátum, vísa, at komið er fram á lætta olju í sandgrýti av góðari góðsku. Øll jarðgoymslan er oljuberandi, og tað varð ikki komið niður á dýpið, har olja og vatn møtast.
Áðrenn boringin byrjaða, høvdu feløgini frammanundan avgjørt, at í fall at olja varð funnin, skuldi ein niðurvendur síðusporsbrunnur borast beinanvegin, fyri at staðfesta um størri nøgdir av olju eru longri niðri í hesum stóra saltjarðarlagi, og fyri finna punktið, har vatn og olja møtast. Væntandi verður meiri at frætta frá boringini komandi vikurnar.
Butch fundið liggur á 66 metra havdýpi í norska partinum av Norðsjónum, nær við týðandi undirstøðukervi, 7 km eystanfyri stóru Ula framleiðslueindina, 10 km í ein landnyðring úr Tambar framleiðslueindini og 20 km norðanfyri Gyda framleiðslueindina.
Hini oljufeløgini á loyvinum eru Centrica (40% og fyristøðufelag), Suncor ASA (30%) og Spring Energy Norway AS (15%).
Felagíð fegnast um at boða frá fundinum á Butch leitimiðinum, sum er okkara annað fund í ár eftir at olja varð funnin á Fulla fundinum í august. Síðani 2009 hevur felagið gjørt seks fund í átta boringum. Butch er eitt sera spennandi fund, og møguleiki er fyri, at síðusporsbrunnurin fer at staðfesta, at størri nøgdir av olju er til staðar.
Annars er ætlanin hjá felagnum at luttaka í tveimum leitibrunnum í Noregi afturat í ár. Hesir eru T-Rex, har Faroe eigur 30%, og sum væntandi skal borast seinast í oktobur, og Kalvklumpen, sum Faroe eigur 20%, og har hol verður sett á í novembur.