Klaksvík: Tað tekur eina løtu fyri ein ókunnugan at koma niðan Millum Hjalla. Men komin niðan hagar, er lætt at finna fram til staðið á niðaru síðu, har Thorleif Eyðun og konan fara at búgva í framtíðini.
Á vegnum omanfyri húsini stendur ein bingja við eyðkenda merkinum “Buison” á og framman fyri standa nakrir bilar. Við húsagrundina eru tveir mans til arbeiðis í góðveðrinum henda mikudagin í farnu viku.
Thorleif Eyðun sjálvur er í arbeiðsklæðum, men hevur ein lítlan steðg beint nú, ið hann hevur fingið vitjan av pápanum, Thorleifi. Hann skal gera onkur ørindi inni í býnum, og ætlar sær so at koma niðan aftur.
Á norðursíðuni er Kristoffur Joensen frá byggifyritøkuni í ferð við at leggja seinastu hondina á ein platt niðanvert trappuna. Sementið er koyrt á, og nú skal slættast. Lætt er at síggja, at hetta er ikki fyrstu ferð at hesin maðurin ger slíkt arbeiði.
- Ja, hvat dámar tær húsini. Og tú, hvat heldur tú um útsýnið heruppi. Er tað ikki heilt fantastiskt?, spyr Thorleif Eyðun.
Hann viðgongur, at hann og konan vóru ikki heilt samd um, hvat grundøki tey skuldu hava her Millum Hjalla. Hann vildi fegin hava eitt øki, har ein kundi síggja yvir heimbýin, meðan konan heldur ynskti at hava útsýnið yvir víkina, Kalsoynna og allan vegin norður í Haraldssund. Og sum so mangan, var tað hon sum fekk avgerandi orðið!
- Men í dag angri eg ikki, at vit valdu hetta grundøkið her á sólsíðuni. Her verður gott at búgva, slær Thorleif Eyðun fast.
Betonkiligheitir
Teir, ið hava bygt sær hús kenna helst alt til, hvussu ein frammanundan lívsverki sínum, hugsar um, kannar, spyr seg fyri og fær hugskot út frá tí, sum aðrir hava gjørt.
Júst hetta sama hevur Thorleif Eyðun gjørt, ta tíðina hann arbeiddi sum rørsmiður. Her var hann við til at gera rørarbeiði í mongum húsum, sum sjálvandi vóru innrættað á ymiskan hátt.
- Eg hevði góðar møguleikar at hyggja eftir innrættingini. Og út frá øllum hesum havi eg so funnið fram til ta loysnina, sum okkum í øllum førum dáma best, sigur hann við einum brosi.
Hann hevði frammanundan bíðað í nøkur ár eftir at fáa eitt grundøki í heimbýnum, Klaksvík. Men sum hann sigur:
- Eg havi gingið í hægri skúla, og tí er tað faktiskt ikki fyrrenn nú, at eg havi fingið umstøður at kunna fara undir bygging av mínum egnu húsum!
Eftir at hava bíðað eitt skifti eftir einum grundøki, fekk hann umsíðir bjóðað hetta økið, sum liggur rættiliga norðarlaga og ovarlaga í býnum. Hóast hann so inniliga ynskti sær eitt øki, var hann als ikki fegin beinanvegin, tá hann fekk at vita, hvar hetta økið lá.
Hinvegin var fyrimunurin tann, at hesi økini vóru munandi bíligari enn tey sum lógu tættari býnum. Fyri Thorleif Eyðun og húsfólkið hevði júst hetta sín avgerandi týdning í valinum av bústaði: Við at keypa hetta økið, sum var hundraðtúsund+ krónur bíligari, kundu tey ístaðin brúka tann sparda peningin uppá húsini, heldur enn uppá sjálvt grundøkið.
Tað var tó eitt lítið MEN við hesum grundøkinum Millum Hjalla:
- Ja, sum tú sært er tað sera høgt her og ein rættiliga stórur jarðarmunur. Eg hevði mínar betonkiligheitir við tí, men her var ikki so nógv annað at velja í, og tí tóku vit av.
- Og satt at siga, vænti eg ikki at vit koma at angra tað, endurtekur hann.
Sólsíðan
Tað eru eini hús við vøkrum útsýni, sum Thorleif Eyðun í dag letur byggja heruppi.
Eitt er tað, hvørji hugskot ein kann hava til innrætting og útsjónd av húsum. Annað er at fáa øll hesi hugskotini at hóska saman og fest á blað í eini tekning. Tað fekk hann ein vinmann at gera, soleiðis at húsini fara at teljast millum tey snotiligastu, tá tey einaferð verða liðug.
Eitt kundi hann kortini ikki “fyrireika” sum so, og tað var útsýnið. Ein má í roynd og veru niðan higar at staðfesta, hvussu væl húsini liggja fyri. Hetta er uttan iva ein hin størsti fongurin við plaseringini.
Eyðun er sjálvur uppvaksin á vestara armi í Klaksvík - í Víkunum, tey kalla - á tí arminum, sum hann við einum brosi nevnir skuggasíðuni í býnum, tí tey ikki hava sólina allan dagin. Nú hevur hann ístaðin valt at búseta seg á sólsíðuni.
Húsini hjá Thorleif Eyðuni standa soleiðis, at hann nú kemur at hava sólina allan dagin - frá morgni til myrkurs, tá hon altso er frammi! Aftrat hesum kann hann úr stovuni ella á altanini njóta allan tann ótrúliga vakurleikan yvir ein part av heimbýnum, á sjálvari víkini, heilt har suðuri frá og allan vegin norður í Haraldssund.
- Vit koma at hava eitt fantastiskt útsýni. Og her verður heldur einki bygt uppfyri, slær hann fast.
–––––––––––––––––––––––––––––
Liðugt, tá tað verður liðugt
Tað eru fá hús í gerð í Klaksvík í løtuni. Onkur hevur nevnt eitt so lágt tal sum tvey, harav húsini hjá Thorleif Eyðun Petersen eru annað teirra.
Her á vegnum Millum Hjalla eru hansara hús tey einastu. Tað kann kanska tykjast eitt sindur óinteressant og lítið hugaligt fyri eina barnafamilju at seta búgva so isolerað og langt burtur frá fólki.
Kanska verður ikki so einsligt hjá nýggju familjuni her á vegnum so leingi aftrat. Tvey útgrivin øki eru longur heimi móti býnum, men annars veit hann ikki um aðrar, sum ætla sær at byggja í næstum.
- Eg havi skilt, at ein annar maður ætlar sær í gongd nakað skjótt, men eg veit ikki rættiliga, sigur hann.
Hvussu nógv húsini endaliga fara at kosta, verður einki sagt um. Tað hjálpir tó væl til við kostnaðinum at hann kann gera nógv sjálvur, og at familja og vinir taka eina hond við í arbeiðinum. Thorleif Eyðun, sum siglir úti, hevur tí heldur ikki sett nakra tíðarætlan fyri, nær tey fara at flyta inn.
- Eg havi arbeitt í so nógvum húsum, og eg veit tí, hvussu trupult tað er at gera eina tíðarætlan fyri, nær fólk kunnu flyta inn.
- Eg sigi bara sum so: Verður tað liðugt á jólum í ár, so er tað gott. Men verður tað ikki liðugt á jólum, ja, so verður tað ikki liðugt á jólum!