Ongin fekk álvarsligan skaða

Ongin av teimum, sum fóru á Landssjúkrahúsið eftir eitt umfatandi ferðsluóhapp í gjár, hevði fingið nakran skaða av týdningi

Tað er nú greitt, at ongin av teimum fýra fólkunum, sum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið eftir umfatandi ferðsluóhappið Millum Fjarða seinnapartin í gjár, fekk nakran skaða av týdningi.

 

Ferðsluóhappið var umfatandi, tí tað vóru heili fimm bilar upp í og teir fingu allir skaða. Fýra fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, men tey høvdu bara fingið smávegis løstir. Tvey av teimum sluppu heim aftur í gjárkvøldið og tvey av teimum hava verið á sjúkrahúsinum í nátt til eygleiðingar.

 

Løgreglan veit ikki enn hví óhappið hendi. Tað, tey vita, er, at ein bilur steðgaði og tað gjørdi bilurin, sum kom aftan á, eisini. Men triði bilurin kláraði ikki at steðga og rendi á. Fyri at sleppa undan at rena á, snaraði ein fjórði bilur undan til vinstru, men við teirri avleiðing, at hann rendi á ein bil, sum kom ímóti.


Tveir av bilunum fóru út av vegnum og teimum hevur kranabilur verið eftir. Tann eini bilurin fekk so mikið lítlan skaða, at hann kundu koyrast av staðnum.

Les meiri um óhappið, og syggj myndir, við at trýsta HER