Símun Joensen er ein av trimum leikaraum á dagsins B36 liðið, sum vóru við í avgerandi dystinum móti EB/Streymi í 2006. Símun Joensen minnist væl tann leygardagin, tá KÍ spældi ein avgerandi leiklut í at HB gjørdist FM vinnari.
Hóast KÍ við sigrinum endaði við at tryggja sær eitt Europa Cup pláss, so var lagið einki serligt á klaksvíksingum.
«Tað var ein løgin kensla tá vit skoraðu. Vit jublaðu sjálvandi, men tað var púra kvirt kring vøllin. Ongin jublaði, sigur Símun Joensen.
«Onkur av teimum eldru áskoðarunum helt fyri undan dystinum, at vit skuldi tapa við vilja, so HB ikki bleiv meistari, greiður Símun Joensen eitt sindur skemtiliga frá.
Leikliga var EB/Streymur eisini greitt omaná og fleiri ferðir var nær við.
«Eg minnist serliga hvussu oftani teir raktu stengurnar. Eina ferð kom Hans Pauli Samuelsen til baklinjuna og kundi spælt útfrá. Hann velur at smekka til og eg standi beint við stongina. Eg minnist hvussu málið ristist aftaná, sigur Símun Joensen, sum mátti spæla í sokallaðum “knickers” buksum, tí veðrið var so ringt.
Hvat billa tit tykkum inn?
Í Sundalagnum høvdu tey fyrireika tað stóru gullveitsluna og tað var ikki sørt, at vónbrotið var stórt tá dysturin var liðugur.
«Tá eg skuldi av vøllinum og inn í skiftingarrúmi sló onkur meg í ryggin. Tá eg vendi mær stendur ein kona í ketildrak og við grátandi rødd spyr hvat vit billa okkum inn at vinna. Eg mátti so pent forklára henni at vit altíð spæla fyri at vinna, greiður Símun Joensen frá.
Símun sigur víðari, at tað var deiligt at vinna dystin, tí so kundi ongin koma og siga at teir ikki høvdu givið seg fult út til dystin.
«EB/Streymur hevði eisini fleiri møguleikar at meistaraheitið áðrenn hendan dystin, so eg haldi ikki vit beinleiðis hjálptu HB, sigur Símun.
Bjóðaðir í ball
Í HB húsinum var gullveitsla og KÍ leikararnir fingu eisini møguleikan at verða ein partur av henni.
«HB bjóðaði okkum at koma í vetslu og gjalda fyri ferðing til Havnar. Vit tosaðu um tað og fyri uttan Tony Paris og Paul Clapson, so valdu vit ikki at fara, greiður Símun frá víðari.
Jákup á Borg var tá á liðnum hjá HB og var ein av teimum sum sungu “liðið tað eitur KÍ” í sjónvarpinum eftir dystin.
«Eg plagi at arga Jákup við, at hann dugur so væl at syngja KÍ sangin, sigur Símun og flennur.
Heldur ikki liðfelagin, Bárður Olsen, sum var við á EB/Streyma liðnum í 2006, sleppur snikkaleysur.
«Eg plagi at stinga til hann av og á. Tað er ikki so at vit tosa um tað dagliga, men er ein møguleiki, so fær hann tað at vita, sigur Símun at enda við einum smíli.