Ongin orsøk til at ivast í trygdini hjá pinkubørnum á Landssjúkrahúsinum

? Tað er óetiskt at siga at trygdin hjá sjúkum pinkubørnum og barnakonum verður sett í vanda á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, sigur Eyðfríð Jacobsen, forkvinna í Ljósmøðrafelag Føroya

Landssjúkrahúsið

? Vit eru væl og virðiliga útbúnar til at átaka okkum tær uppgávur, sum eru á eini føðideild, eisini har ið sjúk pinkubørnum og sjúkar barnakonur liggja.
Eyðfríð Jacobsen, forkvinna í Ljósmøðrarfelag Føroya, er alt annað enn samd í, at umleggingarnar, sum ætlanin er at gera á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, eru eitt so stórt afturstig, at talan er beinleiðis um at seta trygdina hjá sjúkum pinkubørnum og sjúkum barnakonum í vanda.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir mótmæla harðliga at umleggingarnar verða gjørdar, tí tær meta ikki, at ljósmøðurnar eru útbúnar til at átaka sær at røkta sjúk pinkubørn og sjúkar barnakonur.
? Tað eru vit als ikki samdar í, tí ljósmøður eru fult út útbúnar til at átaka sær av øllum teinum uppgávum, sum eru á føðideildini í dag, eisini táið talan er um sjúk pinkubørn og um sjúkar barnakonur.
Hon heldur enntá, at tað er beinleiðis óetiskt at seta spurnartekin við trygdina hjá sjúkum pinkubørnum og sjúkum barnakonum fyri tað um ljósmøður skulu taka lut í vanliga arbeiðnum á føðideildini , samstundis sum nakrir sjúkrarøktarfrøðingar missa starvið.
? Hetta er ein rættiliga álvarsom skuldseting, sum bara skapar ótryggleika hjá barnakonum. Men hetta er samstundis ein skuldseting, sum als onki hald er í og tí er tað óetiskt at seta hana fram, leggur hon afturat.
? Ljósmøðurnar kundu heldur aldrin funnið uppá at sett sína góðkenning í vanda við at átikið sær uppgávur, sum tær ikki eru útbúnar til.
Eyðfríð Jacobsen vísur eisini á, at tað er rætt, at tað er bara í Danmark, at tað ber til at læra til ljósmóður, uttan at vera sjúkrarøktarfrøðingur fyrst.
? Men her skal skoytast uppí, at tann danska útbúgvingin er góðkend í hinum norðanlondum og tí sleppur ein ljósmóður við eini danskari útbúgving at arbeiða í einum øðrum norðanlandi, uttan at taka eyka skeið ella útbúgving.

Hava neyðuga útbúgving
Eyðfríð Jacobsen sigur, at tað eru lógir og rundskriv um virkisøkið hjá ljósmøðrum og har stendur púra greitt, at " i tilfælde af sygelig tilstande hos kvinden eller barnet i barselsperioden, kan jordemoderen foretage undersøgelse, observation, pleje, samt deltage i behandlingen.
Hon sigur, at barsilstíðin er ikki av fyrrenn 14 dagar eftir føðingina , men er tað neyðugt, kann hon vara longri.
? Sostatt er okkara virkisøkið útgreinað við lóg og við rundskrivi og har er staðfest, at okkara arbeiðsøki eru eisini sjúk børn og sjúkar barnakonur.
Hon leggur afturat, at ein partur í útbúgvingini til ljósmóður er eisini at taka prógv í neonatalogi, sum er sjúka hjá pinkubørnum og pinkubørn, sum eru fødd ov tíðliga.
Harumframt er tað ein partur av útbúgvingini hjá eini ljósmóður, at hon skal hava verið á starvsvenjing í seks vikur á serdeild í neonatalologi á Ríkissjúkrahúsinum, sum er tann fremsta á sínum øki í ríkinum.
? Tí er als ongin ivi um, at ljósmøður eru fult skikkaðar til at taka lut í øllum arbeiði, sum er á føðideildini á Landssjúkrahúsinum í dag.
? Hetta er ikki at seta trygdina í vanda. Tvørturímóti er tað at bøta um tænastustøðið, tí okkara útbúgving er beinleiðis miðjað ímóti barnakonum og pinkubørnum, eisini tá ið sjúka kemur uppí.
? Og taka sjúkur seg upp, sum onki hava við barnsburðin at gera, vera barnakonur fluttar á aðrar deildir, har tey hava serkunnleika til ta sjúkuna, sum nú einaferð hevur tikið seg upp.

Verða helvt um helvt
Forkvinnan í ljósmøðrafelagnum sigur eisini, at tað, sum er komið fram, kann ljóða sum um at tað skulu bara ljósmøður arbeiða á føðideildini hereftir og at allir sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu missa størvini.
? Hetta er als ikki so. Veruleikin er, at tað verður umleið helvt um helvt av sjúkrarøktarfrøðingum og av ljósmøðrum á vakt ísenn.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar føra fram, at á deildum aðrastaðni, har sjúk pinkubørn liggja, arbeiða ongar ljósmøður, men bara sjúkrarøktarfrøðingar og læknar.
? Tað er rætt. Men aðrastaðni er stórt trot á ljósmøðrum og tær, sum eru til taks, mugu fyrst og fremst røkja tær uppgávur, sum bara ljósmøður eru útbúnar til at røkja. Hinvegin liggja sjúkar barnakonur liggja framvegis á deildum, har ljósmøður arbeiða.
Eyðfríð Jacobsen leggur afturat, at tekur sjúka seg upp hjá eini barnakonu, verður fyrst ringt eftir ljósmóðurini og síðani er tað hon, sum tekur støðu til, hvussu farast skal fram víðari og um lækni skal boðsendast.
? So at siga, at vit ikki eru útbúnar til at fáast við sjúkar barnakonur og sjúk pinkubørn, er heilt burturvið.

Hægri tænastustøði
Forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum skilir annars væl, at Landssjúkrahúsið roynir at fáa sum mest nyttu burturúr teimum starvsfólkum, sum eru til taks.
? Og eg haldi eisini, at hetta fer at bøta um tænastustøðið til barnakonur, at ljósmóðurin er ein partur í arbeiðnum á føðideildini eftir føðingina, tí tað er okkara arbeiðsøkið.
? Tá ið kvinna er við barn, er ljósmóðurin við frá fyrsta degi og vit hava ógvuliga tætt samband við kvinnuna og alt húski fyri tað. Og eg haldi, at tað er at sleppa endanum nakað tíðliga at siga farvæl beint eftir sjálva føðingina. Tí haldi eg, at tað er ein fyrmunur fyri kvinnuna at vit fylgja kvinnuni eftir føðingina og gera arbeiðið liðugt.
Annars heldur Eyðfríð Jacobsen at fólk eiga ikki at fáa ta fatan, at sjúk børn og sjúkar barnakonur eru ein stórur partur av arbeiðnum á føðideildini.
? Tíbetur er tað ikki so. Tíbetur hava nógv tey flestu tað gott og tað er so mangan at ongin sjúklingur er á føðideildini . Men eisini tá ið sjúka kemur uppí, er tað avgjørt ein tænastuhækking, at ljósmøður eisini koma at taka lut í arbeiðnum á føðideildini, sigur Eyðfríð Jacobsen.


MYND AV EYÐFRÍÐÅ JACOBSEN