Ongir pengar í Suðuroyar Sparikassa

Frá 1.apríl verður Suðuroyar Sparikassi pengaleysur.

Sparikassin sigur, at tað er fyri at laga raksturin til tann veruleika, at viðskiftafólkið nú í nógv størri mun eru farin at brúka gjaldskort, telefontænastu, fastar flytingar og gjaldsavtalur. At Suðuroyar Sparikassi verður pengaleysur merkir,

-at eingi útgjøld verða við kassan.

-at viðskiftafólk skulu bíleggja reiðan pening yvir 5.000 krónur tveir dagar frammanundan.

- at viðskiftafólk skulu bíleggja fremmand gjaldoyra sjey dagar frammanundan.

- at rokningar og flytingar verða móttiknar til avgreiðslu, og fluttar í seinast lagi dagin eftir. Tó ber til at gera skundflytingar móti eyka kostnaði.

- at avgreiðslutíðin við kassan verður broytt til frá klokkan 13 til 16 hvønn dag

Suðuroyar Sparikassi sigur, at tey fremja hesi tiltøk, fyri at brúka arbeiðsorkuna best møguligt, so hann framhaldandi er ein tryggur og effektivur peningastovnur.

- Tað er átrokandi fyri Suðuroyar Sparikassa, at ansa eftir útreiðslunum og nýta tíðina uppá at loysa tær røttu uppgávurnar.

Suðuroyar Sparikassi heldur at tiltøkini leysgeva arbeiðsorku, sum verður brúkt til at geva eina enn betri kundatænastu við tættari samskifti við kundan.

- Málið hjá sparikassanum er at bjóða kundunum til kundasamrøður, ið skulu stuðla upp undir ráðgevingina til kundan, sigur Suðuroyar Sparikassi.

Umframt høvuðssætið í Vági, hevur Suðuroyar Sparikassi esini deild í Havn.