Onkur riggar til at fiska makrel

Allir partrolararnir uttan teir seks, sum fiska gulllaks, eru á upsaveiði. Skipini koma inn, sum vikan gongur, og nú er fiskiskapurin hjá partrolarunum brúkiligur.

Bara tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskapi undir Føroyum. Teir partrola eftir upsa, men koma neyvan inn at landa í vikuni sum kemur.

Ein djúpvatnstrolari er undir Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva og kongafisk. Hann frystur umborð. Ein er á djúpum vatni undir Føroyum og fiskar stinglaks. Teir landa uttanlands.

Onkur djúpvatnstrolari riggar til at fara á makrelveiði.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey fýra trolbátar inn at landa mánadagin. Seinni í vikuni, sum kemur, væntar marknaðurin nakrar trolbátar aftrat inn at landa.

Trolbátarnir fáa eina blanding av flatfiski og toski, men fiskiskapurin er smáligur.