Eitt nýtt føroyskt »Internet business game« kallað STARTUP, verður nú ment av føroyskari fyritøku til alheimsmarknaðin. STARTUP gevur næmingum á miðnámsskúlum og hægri lærustovnum høvið at royna seg sum íverksetarar. Føroyska KT-fyritøkuni Simprentis hevur ment Internet simuleringina, og er hetta liður í einari norðurlendskari verkætlan kallað PICYBU.
Menningarstovan hevur tikið stig til STARTUP spælið. Hetta er partur av arbeiðinum at stimbra íverksetara mentanina, og geva lesandi ungdómi innlit í avbjóðingarnar, tá ið egið virki skal setast á stovn. Serligur dentur verður lagdur á munin á avbjóðingunum, tá íverksetarin skal velja í millum heimamarknað ella altjóða marknað, umframt at dentur verður lagdur á at skapa virkissamstørv millum lond.
STARTUP er ein simulering gjørd til Internetið, har luttakararnir reka vinnuligt vinnuvirksemi sum búsitandi í útjarðarøkjum. Útjaðarøkir eru í hesum føri Northern Periphery øki, sum er norður Finnland, norður Svøriki, norður Norra, Føroyar. Skotland (Highland and Islands), Ísland og Grønland. Avbjóðingarnar fyri ein íverksetara eru at kalla tær somu í øllum útjaðaraøkjum.
Endamálið við STARTUP er at geva luttakarunum eina fatan av, hvat krevst av einum íverksetara og virkiseigara, eins og at fata tær serligu avbjóðingar sum íverksetarar í útjaðaranum kunnu vænta sær. STARTUP er ment við góðum royndum frá tí væl kenda spælinum Xplore, sum Simprentis mentið fyri nøkrum árum síðani, tá ið fyritøkan húsaðist í KT Klekingardeplinum á Menningarstovuni.
Hvør luttakari fær atgongd til simuleringina umvegis Internetið. Í simuleringini kunnu luttakararnir velja millum nógvar handilsmøguleikar úr veruliga heiminum, gera virkir saman við luttakarum úr skúlum í øðrum londum, velja sær ein marknað á antin lokala- ella globala marknaðinum og reka virkini á best møguligan hátt í kapping við aðrar luttakarar.
Málbólkur og tíðir
STARTUP er ætlað 16-22 ára gomlum næmingum í miðnámsskúlum og hægri lærustovnum. Tað vera 2 atskild spæliborð: eitt fyri miðnámsskúlar og eitt fyri hægri lærustovnar. Mett verður at einir 200 næmingar tilsamans frá 4 ymiskum londum fara at luttaka í fyrstu kappingini, sum verður 22.-24. november í ár.
Tað einasta sum krevst av hvørjum einstøkum luttakara er at hava atgongd til eina teldu, sum er bundin í Internetið, meðan kappingin er. Tað mugu í hvussu er vera ein næmingur og ein lærari frá hvørjum útbúgvingarstovni.
Í STARTUP eru lærararnir á útbúgvingarstovnunum hjálparfólk. Teirra uppgáva er at skipa fyri kappingini á staðnum og hjálpa næmingunum at nýta simuleringina. Fyri at lærararnir kunnu vera væl fyrireikaðir til hetta, verða "online" hjálparskeið fyri lærarar 17., 18. og 19. november 2005.
Tann fyrsta kappingin verður sum nevnt 22. - 24. november 2005. Kappingin er í gongd frá kl. 08.00 til 14.00 føroyska tíð allar dagarnar. Eftirfylgjandi kappingar eru settar at vera í mars, oktober og november í 2006. Minst 2 kappingar verða árliga fram til endan av 2009. Skúlar kunnu luttaka í einari ella fleiri kappingum.
NPP (Northern Periphery Programme) verkætlan
Menningin av STARTUP er partur av stóru verkætlanini PICYBU, sum Menningarstovan eisini er partur av. Av tí at PICYBU er stuðlað av Northern Periphery Program verður einki luttøkugjald kravt frá miðnámsskúlum og hægri lærustovnum í Føroyum, norður-Noregi, norður-Svøríki og norður-Finnlandi (Northern Periphery økini í hesum londunum), sum eru partar í PICYBU verkætlanini. Onnur lond kunnu luttaka við at gjalda eitt ásett luttøkugjald.
Kappingin
(www.startup2005.com) verður fyriskipað av verkætlanini PICYBU (Participation in rural Communities by Young Broadband Users) www.picybu.org, sum verður stuðlað av ES Northern Periphery Programme
www.northernperiphery.net og lokalum myndugleikum í økjunum. Vinnuframagrunnurin stuðlar føroysku luttøkuni. STARTUP er sniðgivið, ment og latið av Simprentis
www.simprentis.com.
Meira fæst at vita um PICYBU verkætlanina hjá Steinbjørn í Dali á Menningarstovuni, og um STARTUP frá Ólavi Ellefsen á Simprentis.
www.startup2005.com