Nú nærkast dagurin, tá hósvíkingar enn einaferð skulu til vegleiðandi atkvøðugreiðslu um kommunusamanlegging við restina av Sundalagnum.
Við seinastu atkvøðugreiðslu, var sum kunnugt tepur meiriluti ímóti samanlegging. Onkur varð eyðsæð kløkkur av tí úrslitinum, tí ein stórur partur av veljarunum heittu fylgjandi við undirskriftum á kommunustýrið, um at taka stig til at fara inn í samarbeiði (97 ímóti 71 sum nýttu høvið til at siga ja valdagin).
Bygdaráðið hevði eisini kunnað gjørt av at farið upp í samanløgdu kommununa uttan nýggja atkvøðugreiðslu, men valdi tað bleytaru loysnina, við ráðum frá m.ø. fólki úr Løgmálaráðnum, at fyriskipa nýggja atkvøðugreiðslu, tí tað skuldi vera mest demokratiska loysnin.
Ikki undarligt, at fleiri av tykkum, sum høvdu ómakað tykkum at koma til bygdaráðið við áheitanini um at fara upp í samanløgdu kommununa, eru spyrjandi um hvar demokratiið mótvegis tykkara áheitan er, og geva ilt av tykkum, at tit ikki tíma á val einaferð afturat. Tykkum, vil eg heita á um vælsignaði at gera tykkum sjálvum tann beina, at fara á val og stemma fyri samanlegging.
Við at hyggja aftur á tað sum ført hevur verið fram á fundi, sum prát ímillum fólk og í lesarabrøvum ímóti samanlegging, síggi eg fleiri negativar kenslur heldur enn góð argument, og eina øði ímóti sitandi bygdaráð í Hósvík, ella pørtum av tí.
Nógv hevur verið ført fram, t.d. at betur er at bíða við at fara uppí samanløgdu kommununa, vit skulu vera ein lítil eksklusiv forstaðarkommuna til Havnina, samstarv heldur enn samanlegging, óttin fyri fremmandum bátum í bátahylinum o.s.v. Eitt, sum ferð eftir ferð hevur stungið seg upp, er óttin fyri at blíva burtur og onga ávirkan fáa í samanløgdu kommununi. Veruleikin er tó, at tá allar kommunurnar í Sundalagnum leggja saman, og um vit verða við, verður Hósvík størsta einstaka bygdin í økinum. Standa vit tá, sum bygd, saman um persón/ar, ið vit hava álit á, er góður møgu-leiki fyri at fáa góða umboðan í nýggja samanlagda kommunustýrinum.
Og tað, at umsitingin og politiska valdi verður flutt út um bygdarmarkið, átti at verið ein fyrimunur, tí tá verður ikki talan um at skapa split í bygdini, men heldur samanhald við einum felags fronti úteftir.
Vælsignaði tit, bæði ja`arar og noya´arar, takið tykkum ikki av hvussu sitandi bygdarráð hevur arbeitt ? framyvir kunnu tit avgera hvør skal veljast í nýggja samanlagda bygdaráðið. Tað er ikki lagnan hjá sitandi bygdaráð, sum skal avgerast í spurninginum um samanlegging, men tykkara framtíð!