Orkan gekk undan

Hondbóltur: Eins og í kvinnudystinum bíðaði Kyndil allan fyrra hálvleik, áðrenn teir í seinna settu alt upp á pláss, soleiðis at talan at enda gjørdist um ein trivaligan sigur móti besta mansliðinum í Ruanvíkini

Tjaldur?Kyndil

26-35 (13-13)


Menninir hjá teimum grønu úr Havn fóru á vøllin sum stórfavorittar, tá teir sunnudagin skuldu royna seg móti Tjaldrinum. Orsøkin til hetta var sjálvandi fyrst og fremst tey avrik, sum liðini bæði høvdu sýnt higartil í kappingarárinum.

Kyndil hevur alla tíðina verið at mett millum bestu liðini, og hóast teir hava tapt allar innanhýsis uppgerðirnar móti hinum oddaliðunum, so hava øll hesi tap verið sera tepur.

Tjaldur hevur hinvegin bert fingið 4 stig, sum øll eru komin til høldar móti kollfirðingum. Hinar dystirnar hava runavíkingarnir verið við undirlutan, og í fleiri førum hava nógv mál verið á muni.


Tjaldri gekk á odda

Tað gekk tó ikki lang tíð, so høvdu teir gulu givið havnarmonnunum nakað at hugsa um, tí so at siga allan fyrra hálvleik var tað Tjaldur, sum gekk undan.

Kyndil svaraði tó aftur alla tíðina, og stakk eisini nøsina fram um okkurt skifti, men tá farið varð til hálvleiks stóð á jøvnum millum liðini bæði.

Nú skal ikki sigast, at menninir høvdu tikið við læru av konufólkunum, men í øllum førum gjørdist gongdin í dystunum báðum júst hin sama.

Beint sum seinni hálvleikur byrjaði, skundaði Kyndil sær at gera nøkur mál, og hesa leiðslu hildu teir so fast um, til tað restaðu einir 10 minuttir. Seinastu løtuna fóru teir so við fullari ferð frá Tjaldrinum, soleiðis at tað at enda bert varð ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða.


Orka ov lítið

At eitt lið soleiðis fer niður við nakkanum í endanum av dystinum, er aloftast tekin um, at venjingarstøðan ikki er nóg góð. Nú velst sjálvsagt um, hvat verður tulkað sum verandi nóg gott, men er ætlanin at spæla við millum teir stóru, er venjingarstøðan hjá Tjaldrinum als ikki nóg góð.

Seinasta vikuskifti var støðan hin sama, og helst man tað fara at henda seg fleiri ferðir, at soleiðis verður. Tað er altso ikki nóg mikið at spæla væl og fyrlgja við mótstøðuliðnum í 50 minuttir, tá tú verður runnin um koll seinastu løtuna av dystinum.


Ov kalt

Nú veit eg ikki, um nakað hevur verið galið við oljufýringini inni í Runavíkini, men í øllum stóð ein heldur sjáldsom viðmerking at lesa á dómaraseðlinum sunnudagin.

? Tað er alt ov kalt at leika í høllini! Hetta vóru boðini, sum dómaraparið hevði at bera Hondbóltssambandinum, og eftir hvat frættist, so var kuldin eisini øgiligur har inni.

Áskoðarar sótu í dýnujakka og hugdu, og slíkt eigur undir ongum umstøðum at koma fyri. Tað kann eisini gerast vandamikið fyri leikarar, við tað at vøddar o.a. skjótt kølna, tá leikarar sita á beinkinum, og vandi tískil verður fyri vøddaskaðum o. ø.

Vónandi minnast teir í Runavík til at at hita høllina, áðrenn teir næstu ferð eiga heimavøll, tí hóast teir á vøllinum skulu royna at geva mótstøðuliðnum eina kalda móttøku, so skal hetta ikki takast so bókstaviligt.


Dysturin í tølum:

Tjaldur: Pole Hansen 8, Súni F. Johannesen 6 (4), Sverri Justinussen 5, Tummas Magnussen 4, Mortan Hansen 2, Arnfinn Langgaard 1

Kyndil: Bjarni Wardum 10 (3), Hannis Wardum 8, Regin M. Petersen 6, Rúni Poulsen 4, Janus E. Sørensen 3, Hans Á. D. Christiansen 2, Jakob Jónsson 1, Niels V. Niclassen 1

Brotskøst: Tjaldur 4, Kyndil 3

Útvísingar: Tjaldur 2, Kyndil 3

Dómarar: Geir Wardum og Carsten Andersen